Georg Stage er eitt skúlaskip úr Danmark. Skipið hevur tríggjar mastrar, tað varð bygt í 1934 í Frederikshavn. Tað er 54 metrar langt, um bovsprýtið verður talt við, 34 metrar langt í vatnskorpuni. Skipið er 8 metrar breitt og stingur 4 metrar í dýpdini. Hægsta masturin er 30 metrar høg og har eru 20 segl.[1]

Skúlaskipið Georg Stage í einum norskum firði
Galliónsfigurin á Georg Stage

Tað vóru hjúnini Frederik og Thea Stage, sum stovnaðu "Georg Stages Minde" í 1882. Stýrið varð uppkallað eftir einkarsoni teirra, Georg Stage, sum doyði av tuberklum knapt 23 ára gamal. Tað fyrsta skúlaskipið sigldi frá 1882 til 1934, tá eitt nýtt skip varð bygt, hetta seinna er enn í nýtslu. Tað fyrsta skúlaskipið varð bygt hjá Burmeister & Wein í Keypmannahavn.

Keldur

rætta
  1. "Georgstage.dk, skibets dimensioner". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-06-03. https://web.archive.org/web/20130603004140/http://www.georgstage.dk/skibet/skibets-dimensioner.aspx. Heintað 2013-06-12. 

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið