Gene Wilder
Jerome Silberman (11. juni 1933 - 29. august 2016), betur kendur undir listanavninum Gene Wilder, var ein amerikanskur sjónleikari, skemtari, leikstjóri og rithøvundur.
Gene Wilder | |
---|---|
Wilder í 1970 | |
Fødd(ur) |
Jerome Silberman 11. juni 1933 Milwaukee, Wisconsin, USA . |
Andaðist |
august 29, 2016 Stamford, Connecticut | (aldur 83)
Deyðsorsøk | Fylgjur av Alzheimer's sjúkuni. |
Alma mater | Iowa Háskúli |
Starv | Sjónleikari, leiksrivari, leikstjóri, skemtari, rithøvundur |
Virkin ár | 1961–2016 |
Hjúnafelagi(ar) |
|
Skyldfólk | Jordan Walker-Pearlman (systursonur) |
Undirskrift |
Wilder byrjaði sína sjónleikara yrkisleið á palli, og hevði sína fyrstu framførslu í sjónvarpi í sjónvarpsrøðini Armstrong Circle Theatre í 1962. Hansara fyrsti filmsleiklutur var sum gísli í filminum Bonnie and Clyde frá 1967, men slóðbrótandi leiklutur hansara kom árið eftir, tá hann spældi Leopold Bloom í filminum The Producers, ið hann var tilnevndur til Oscar-virðisløn, sum besti leikari í eykaleikluti fyri.
Hetta gjørdist fyrsti liður í samstarvi hansara við leikstjóran Mel Brooks, og arbeiddu teir saman við nógvar filmar í fleiri ár. Har ímillum kann nevnast Frankenstein, sum Wilder skrivaði saman við Brooks, og gav teimum eina Oscar-tilnevning.
Wilder er kendur fyri leiklut sín sum Willy Wonka í filminum Willy Wonka & the Chocolate Factory frá 1971, og leiklutin Richard Pryor sum hann spældi í fýra filmum: Silver Streak (1976), Stir Crazy (1980), See No Evil, Hear No Evil (1989), og Another You (1991). Wilder skrivaði og leikstjórnaði fleiri av sínum filmum, har ímillum kann nevnast The Woman in Red frá 1984.
Triðja kona hansara var sjónleikarinnan Gilda Radner (f. 1946 - d. 1989), sum hevði spælt við honum í trimum filmum. Eftir deyða hennara orsakaðan av krabba í undirlívinum, gjørdist Wilder aktivur í felagskapum, ið høvdu við krabba at gera. Tá stovnaði hann saman við øðrum Gilda Radner Ovarian Cancer Detection Center í Los Angeles og Gilda's Club.
Wilder spældi í sínum síðsta filmi í 2003, og setti seg at skriva bøkur eftir tað. Hann skrivaði endurminningina Kiss Me Like a Stranger: My Search for Love and Art; eitt søgusavn í 2005, What Is This Thing Called Love? í 2010; og skaldsøgurnar My French Whore (2007), The Woman Who Wouldn't (2008) og Something to Remember You By (2013).