Gary Tyler (f. juli í 1958) hevur verið fongslaður í Louisiana, síðani hann var 17-ára gamal. Rættarmál hansara var órættvíst og merkt av rasistiskum fordómum. Í 1975 varð hann dømdur til deyða fyri drápið á Timothy Weber, ein 13-ára gamal hvítan skúladrong, sum varð skotin uttan fyri skúla sín í sambandi við rasuófrið.

Gary Tyler var í einum bussi saman við øðrum afroamerikansum lesandi, tá tey vórðu álopin av einum bólki av hvítum, sum tveittu grót og fløskur. Tað varð sagt, at skotið kom frá bussinum. Ein genta greiddi frá, at hon hevði sitið við síðuna av Gary Tyler í bussinum, og at hon hevði sæð hann skjóta við eini byrsu inn millum fólkini. Eftir hetta fann løgreglan skammbyrsuna goymda í einum skurði í setrinum. Hetta setrið og restin av bussinum vóru framman undan blivin gjølliga kannað, uttan at nakað varð funnið.

Tá hetta hendi, var nógvur spenningur millum ymisku ættarbólkarnar. Tey hvítu á staðnum royndu at seta seg ímóti, at m.a. afroamerikanarar vórðu integreraðir. Tað eru týðilig tekin um, at Gary Tyler varð illa bukaður undir avhoyringini á løgreglustøðini. Hann varð settur fyri ein dómstól, har allir nevningarnir vóru hvítir, og har øll tey svørtu, sum búðu á økinum, við vilja vórðu útilokað. Hann var sera illa umboðaður av einum hvítum sakførara. Aftaná rættarmálið eru prógv komin fram, sum vísa á, at Gary Tyler ikki skeyt offrið. Vitni, sum áður hava vitnað ímóti honum – herímillum gentan, sum sat við síðuna av honum – hava sagt, at løgreglan noyddi tey at geva frágreiðing.

Upprunaliga deyðarevsingin móti honum varð sett til síðis í 1977. Hægstirættur í Amerika segði, at deyðarevsingin var ímóti amerikansku grundlógini, og dómurin varð broyttur til lívlangt fongsul. Um hetta ikki var hent, hevði Gary Tyler mest sannlíkt verið avrættaður.