Fyrimyndakjak:Weather box

Latest comment: 9 ár síðan by Benadikt

Hendan talvan sær flott út í fyrsta umfari. Men hon hevur tveir trupulleikar, sum gera, at hon ALS ikki er egnað til eina føroyska wikipediu, uttan so at hon kann rættast til.
Annar trupulleikin er, at desimaltøl ikki kunnu skrivast, sum tey eiga í Europa, tvs. við komma í.
Hin trupulleikin er, at helvtin av tølunum har bara forstýra tey relevantu tølini. Føroyingar hava ongantíð brúkt Fahrenheit-stig, og tummar hava ikki verið brúktir í hálva øld.
Men um hon kann rættast til, er hon sum sagt flott.
Ein einklari og týðiligari talva, sum kann vísa støddirnar grafiskt eisini, er á svensku wikipediuni. Hon er t.d. í greinini um Stockholm: https://sv.wikipedia.org/wiki/Stockholm#Temperaturer_och_nederb.C3.B6rd Benadikt (kjak) 7. jun 2015 kl. 23:02 (UTC)Reply

Hey. Ja, tú hevur rætt. Rg havi bara sett hasa inn í Tórshavn og Stokkhólm. Eg upprættaði hasa fyrimyndina 15. mai 2015, síggi eg, og dagin eftir upprættaði eg eina aðra út frá tí svensku, tað er henda: Fyrimynd:Klimatalva - eg havi bara ikki brúkt hana enn, havi heilt gloymt hana. Eg skal royna at seta hana inn í staðin. Hin inniheldur alt ov nógvar óviðkomandi upplýsingar. Vh. --EileenSanda (kjak) 7. jun 2015 kl. 23:31 (UTC)Reply
Løgið, eg hav avritað hasa seinnu fyrimyndina (sum er samansett av fleiri fyrimyndum) úr svensku Wikipediu, og álíkavæl kenur eitt punktum og ikki eitt komma her á føroysku Wikipediu, meðan tað á svensku wp er eitt komma. Hvussu kann tað bera til? Eg veit ikki, hvussu hetta kann broytast, so vit fáa komma í staðin fyri punktum. --EileenSanda (kjak) 8. jun 2015 kl. 00:02 (UTC)Reply
Eg síggi nú, at svenska talvan bara hevur heil tøl, hon riggar ikki við desimaltølum. Møguliga er hon tikin úr enskum og ikki umsett heilt enn. Benadikt (kjak) 8. jun 2015 kl. 00:29 (UTC)Reply
Nei, tað er bara tann føroyska útgávan (Klimatalva), sum ikki riggar við komma. Tann svenska (Klimattabell) riggar, sum hon skal, so okkurt má vera broytt í tí føroysku umsetingini. Benadikt (kjak) 8. jun 2015 kl. 00:34 (UTC)Reply
Eg havi ikki broytt koturnar, havi bara týtt yvirskriftirnar, t.d. klimattabell til klimatalva. Eg havi onki broytt í innihaldinum og eg meini bestemt at eg bara havi brúkt tær svensku sum fyrimynd, men eg skal royna av vita, um eg síggi nakran mun. Tú sært, at dokumentatíonssíðurnar hava svenskan tekst. Eg havi bara týtt tey orðini ið koma at síggjast í sjálavri talvuni, sum t.d. "Hægsti miðalhiti", dec til des osfr. Men ofta nýta fyrimyndir aðrar fyrimyndir, eg giti, at henda nýtir onkra aðra, ið er avritað frá tí ensku Wikipediuni og at tað er tí, at tað kemur punktum her og ikki komma. Eg havi ikki skil fyri kotunum, dugi ikki at síggja, hvar ið mann kann broyta hatta punktum ella komma. Eg havi brúk fyri hjálp frá onkrum ið veit, hvussu hetta skal gerast ella hvar ið tað skal gerast. Tað eru 6 fyrimyndir her, ið eita Fyrimynd:Klimatalva og so okkurt afturat, umfram klimatalva/doc síðan, men hon hevur heilt sikkurt onki við tað at gera, hon vísir bara, hvussu fyrimyndin virkar og skal nýtast. --EileenSanda (kjak) 8. jun 2015 kl. 06:23 (UTC)Reply
Á svensku sv:Mall:Klimattabell sæst, at t.d. Damaskus er við kommatølum, meðan aðrir býir hava heil tøl. Vit sleppa sjálvandi undan punktum við at avrunda tølini til heil tøl, men spell at komma ikki virkar í føroysku fyrimyndini, ið er avritað frá svensku, tí so slapst undan at skulla runda tøl av. --EileenSanda (kjak) 8. jun 2015 kl. 06:53 (UTC)Reply
Ja, tað má hava okkurt at gera við hinar skabelónirnar, sum henda vísir til. Tá eg havi tíð, skal eg vita, um eg finni út av tí. Benadikt (kjak) 8. jun 2015 kl. 10:49 (UTC)Reply
Return to "Weather box" page.