Frisland
Frisland, eisini kallað Frischlant, Friesland, Freezeland, Frislandia ella Fixland, er ein oyggj, sum var at síggja á flest øllum kortum av norðuratlashavinum frá uml 1560 til 1660. Tað varð hildið at liggja sunnanfyri Ísland, vestanfyri Føroyar.
Frá 1560 og fram til 1800 talið, vóru tað fleiri, ið leitaðu eftir Frislandi. Í hesum samanhangi vóru lond sum Ísland, Skotland, Suðurgrønland og Føroyar hildin at verða Frisland, hóast tey øll vóru at síggja á flestu av teimum somu kortunum. Tó sæst Føroyar ikki á kortinum hjá Nicolo Zeno frá 1558, har sæst Friesland sunnanfyri Ísland, á leið har ið Føroyar eru. Summir granskarar hava havt tað ástøði, at Friesland á kortinum var Suðuroy, har ið sagnir jú eisini siga frá at frísar búðu, teir søgdust búgva í Akrabergi, eystanfyri Sumba.[1] Sumbingar kvøða Frísakvæðið, sum Poul F. Joensen hevur yrkt útfrá søgnini.[2] Frá gomlum tíðum hevur eisini Frísa vísa verið kend ogkvøðin í Føroyum.[3]
Frisland hevði nágreiniligar lýsingar av bæði íbúgvunum, ið skuldu eitast fyri at búgva har, og av staðarnøvnum í landinum. Bæði útsjónd og hvat teir tókust við, var væl lýst.[4]
Keldur
rætta- ↑ "Sumba.skysite.dk". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-09-23. https://web.archive.org/web/20160923152304/http://sumba.skysite.dk/?side=99079. Heintað 2014-04-24.
- ↑ Sumbingar kvøða Frísakvæði
- ↑ Danse- og sanglege på Færøerne: oprindelse, udbredelse, nutidig tradition eftir Andrea Susanne Opielka, rá síði 169
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-06-11. https://web.archive.org/web/20100611172929/http://www.cls.wisc.edu/examp/examp1.html. Heintað 2013-01-10.