Fred "Freddy" Krueger er høvuðspersónurin í A Nightmare on Elm Street filmsrøðini. Hann var fyrst at síggja í filminum Wes Craven's A Nightmare on Elm Street í 1984, sum ein brendur hópdrápsmaður, ið nýtur hanska vápnaðan knívum, at drepa offur síni ímeðan tey sova. Tá tey doyggja í dreymum sínum, doyggja tey eisini í veruleikanum. Í dreymaheiminum er hann sterkur og næstan óvinnandi, men um Freddy verður drigin inn í veruleikan, hevur hann menniskjaligar veikleikar.

Sjónleikari ílatin sum Freddy Krueger í 2014.

Freddy Kruger var skaptur av Wes Craven, filmsleikstjóra, og hevur verið leiktur av Robert Englund síðani fyrstu ferð hann var at síggja á filmsskíggjanum. Eitt undantak er tó, tað var í 2010 tá Freddy var leiktur av Jackie Earl Haley. Í 2011 kundi Freddy Kruger veljast sum ein spælandi persónur í telduspælinum Mortal Kombat.

Freddy Krueger troyggja frá fjórða filminum í filmsrøðini.

Freddy er ein hevndarfullur andi, ið leypur á offur síni í dreymum teirra. Hann kennist lættiliga á brendum andliti sínum, reyðari og myrkagrønari, stríputari troyggju og brúnum leðurhanska á høgru hond vápnuðum knívum. Hanskin var skaptur av egna hugflogi Freddy, og hevur hann sjálvur sveisað knívabløðini. Robert Englund hevur fleiri ferðir sagt at karakterurin umboðar misrøkt, og tað at vera skúgvaður til viks, partvís av børnum. Karakterurin umboðar eisini sum ein stóran part, ótilvitandi ótta, ið liggur í okkum øllum.

Wizard Magazine valdi Freddy sum tann fjúrtanda besta illmenni nakrantíð, bretska sjónvarpstøðin Sky2 hevði hann á áttunda plássi á líknandi lista, og the American Film Institute valdi hann sum nummar 40 á listanum "AFI's 100 Years... 100 Heroes and Villains". Í 2010 vann Freddy virðislønina "Best Villain" á Scream virðislønini.

Ávísing úteftir rætta