Framsøkin Ung
Framsøkin Ung (fyrr Framsøkin Ungdómur, stytt FU) er eitt politiskt ungmannafelag í Føroyum. Framsøkin Ung varð stovnað tann 12. August 2011, og er ungmannafelagið hjá politiska flokkinum Framsókn, ið eisini varð stovnaður í 2011. Virðini hjá ungmannafelagnum eru tey vinnuligu, persónligu og tjóðskaparligu frælsini, eins og hjá móðurflokkinum. Ungmannafelagið ynskir sostatt eisini føroyskt fullveldi. Tó er Framsøkin Ung óheft av móðurflokkinum, politiskt og fíggjarliga. Framsøkin Ung er eitt liberalt og progressivt ungmannafelag, og hava eisini luttikið í almenna rúminum, tá ið kjakast hevur m.a. um Ríkisfelagsskapin, borgarliga víglsu av samkyndum, einskiljing av Rúsdrekkasølu Landsins, viðurskiftir hjá lesandi og ungum, kynskvotur, o.ø.
Val og valevnir
rættaKommunuval 2012
rættaÁ kommunuvalinum 2012, stillaði ungmannafelagið Ólavur í Búrstovu, Harriet Olafsdóttir Av Gørðum og Ríkin Napoleon Djurhuus upp til valevni, á lista floksins. Ongin teirra var tó valdur inn.
Løgtingsval 2015
rættaÁ løgtingsvalinum 1. septembur 2015 stillaði Framsókn formannin, Bjarna Kárason Petersen upp á lista floksins, vegna ungmannafelagnum. Bjarni Kárason Petersen fekk 135 persónligar atkvøður, og bleiv eftir samgongusamráðingunum varamaður fyri Framsókn í valskeiðinum 2015-2019 . Framsøkin Ung hevur sostatt umboðan á løgtinginum regluliga, og er einasta ungmannafelag at hava tað, fyri uttan Kristinu Clementsen í Unga Tjóðveldið.
Kommunuval 2016
rættaFramsøkin Ung hevur eitt valevni til kommunuvalið 2016. Aleksandur Leitistein Olsen tillar upp til Tórshavnar býráð, og verður valið hildið 8. Novembur 2016
Norðurlendskt samstarv
rættaFramsøkin Ung luttekur á hvørjum ári til tingsetuna hjá UNR (Ungdomens Nordiska Råd), har tey eru ein partur av tingbólkinum NLU (Nordens Liberale Ungdom). Ungmannafelagið hevur í hesum samstarvinum verið við til at gjørt og lagt fram hesi uppskot til samtyktar til tingsetuna:
- Uppskot til samtyktar um at viðurkenna rættin hjá føroyingum at drepa hval
- Uppskot til samtyktar um at Føroyar fær sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum (innliman í Helsingforssáttmálanum)
- Uppskot til samtyktar um at Norðurlond viðurkenna rættin hjá Føroyingum at hava egna stjórnarskipan
Formenn síðani 2011
rættaÁr | Formaður/kvinna |
---|---|
2011 | Harriet Olafsdóttir Av Gørðum |
2012 | Ólavur í Búrstovu |
2013 | Petur Kristinn Vang |
2014 | Bjarni Kárason Petersen |
2015 | Jógvan í Dímun Højgaard |
2016 | Bjarni Rasmussen |
2017 | Bjarni Rasmussen |
2018 | William Bærentsen |
2019 | Teitur Vestergaard Jakobsen |
Nevnd
rættaSessur | Formaður | Næstformaður | Kassameistari | Skrivari | Nevndarlimur | 1. Tiltakslimur | 2. Tiltakslimur |
---|---|---|---|---|---|---|---|
2011 | Harriet Olafsdóttir Av Gørðum | Jógvan Elias O. Davidsen | Hans A. Norðfoss | ||||
2012 | Ólavur í Búrstovu | Petur Kristinn Vang | N/A | ||||
2013 | Petur Kristinn Vang | Bjarni Kárason Petersen | Ólavur í Búrstovu | ||||
2014 | Bjarni Kárason Petersen | Ólavur í Búrstovu | Høgni Lamhauge | Jógvan í Dímun Højgaard | Sverri Skaalum | ||
2015 | Jógvan í Dímun Højgaard | Bjarni Rasmussen | Bjarni Kárason Petersen | Aleksandur Leitisstein Olsen | Pætur Jákupsson | Tummas Jóhan Sigvardsen | Hanna Vang |
2016 | Bjarni Rasmussen | Aleksandur Leitistein Olsen | Guðrun Jóannesardóttir Henriksen | Tóra á Løgmansbø Bláhamar | William Bærentsen | Kristianna Tórheðinsdóttir | Bjarni Kárason Petersen |
2017 | Bjarni Rasmussen | William Bærentsen | Ludvík Petersen | Aleksandur Leitisstein Olsen | Kristianna Tórheðinsdóttir | ||
2018 | William Bærentsen | Aleksandur L. Olsen | Ludvík Petersen | Vilhelm Clementsen | Kristianna Tórheðinsdóttir | Teitur Vestergaard Jakobsen | |
2019 | Teitur Vestergaard Jakobsen | William Bærentsen | Jógvan Fríði Tróndarson | Rúna Kass Joensen | Kristian Clementsen | Kristianna Tórheðinsdóttir | Aleksandur Leitisstein Olsen |