Flatey er ein oyggj í Íslandi. Flatey liggur í Breiðafirði, ið er á Vesturlandinum. Tað ber bara til at sigla út til oynna. Sagt verður, at hin fyrsti, ið búsettist í oynni var Thrandur mjóbein. Fyrr í tíðini var oyggin ein stórur handilsdepil fyri oyggjarnar rundan um. Nógv ferðafólk vitja oynna hvørt ár. Fyri at koma út til oynna verður siglt úr Stykkishólmi við ferjuni Baldur. Á Flatey er ein handil, har ferðafólk kunnu keypa tað, teimum tørvar. Til ber eisini at gista á oynni.



Flatey er komin av einum eldgosi fyri 11-12 milliónum árum síðani. Oyggin er á leið 2 km. long, á leið 400 metrar breið, har hon er breiðast, og 20 metrar breið, har hon er smalast. Flatey er hin størsta av teimum 40 oyggjum og hólmum, ið hon er partur av. 

Eingir bilar eru á oynni. Tí verður traktorur brúktur til at flyta fólk og farm. Fuglalívið er ríkt á oynni, tí ongar kettur, mýs og rottur eru har. Fuglurin trívist væl, og har eru rita, lundi og grælingur. Áleið 150 plantur eru funnar á Flatey.



Flatey er gamalt búpláss. Og tað hevur eina langa skipasøgu. Teir vóru teir fyrstu í Íslandi, sum høvdu dekksfør. Teir høvdu skip heilt afturi í 1830 og hjá teimum vardi skipaøldin heilt fram til eftir Fyrra veraldarbardaga. Havn høvdu teir ikki, so vetrarlegu høvdu teir í eini vík í lítlu grannaoynni Hafnarey. Ímillum báðar oyggjarnar er eitt smalt sund. 

Fyrr var Flatey ein fiskivinnumiðdepil í Íslandi. Har var mest nýmótans flakavirkið bygt í Íslandi seinast í fýratiárinum. Tá ið Flatey var í vælmaktini, vóru um 200 fólk í arbeiði í oynni. Nú eru bara tveir bøndur eftir. Men annars er Flatey lítið broytt og tað mesta bygdarlagið stendur enn, sum tað stóð í gomlum døgum.



Nógv listafólk hava fingið íblástur á oynni, t.d. Matthías Jochumsson, sum skrivaði íslendska tjóðsangin. Oyggin er eisini væl dámd til filmsupptøkur. 


Sí eisini

rætta