Surtsey
Surtsey er ein oyggj í Íslandi. Hon varð til í einum eldgosi, sum helt á frá 1963 til 1967. Innan úr jørðini goystu súlur av gassi og øsku upp úr havbotninum. Súlan var viðhvørt næstan 15.000 metrar høg. Gosbræðing floymdi út á havbotnin og eftir stuttari tíð varð ein oyggj bygd upp nakrar desimetrar yvir vatnskorpuni. Enn størri nøgdir av gosbræðingum fossaðu út og myndaðu at enda eina oyggj nakrar ferkilometrar til støddar. Virksemið í gosfjallinum minkaði sum frá leið, og nakað seinni kundu tey fyrstu vísindafólkini fara á lítlu nýggju oynna. Longu tvey ár seinni var vøkstur á Surtsey.
Í 2013 vóru 50 ár síðani oyggin Surtsey sunnanfyri Vestmannaoyggjarnar kom undan kavi í einum ógvisligum eldgosi í 1963. Oyggin hevur ligið mestum oyðin síðani, men nú heldur borgarstjórin í Vestmannaoyggjunum, Elliði Vignisson, at stundin er komin til, at onnur enn jarðfrøðingar sleppa út á oynna at vitja. Nógvar rannsóknir eru gjørdar á oynni hesa hálvu øldina, og jarðfrøðingar mæla framvegis frá, at onnur enn vísindafólk fáa atgongd til hana.