Fjarðafestivalurin
Fjarðafestivalurin er heitið á kristiligari tónleikastevnu, ið er í og uttan um samkomuhúsið Kelduna í Skálafirði. Festivalurin varð fyrstu ferð hildin í august 2006.[1] Í 2009, tá fjarðafestivalurin hevði nøkur ár á baki, var festivalurin fluttur fram til at vera 5. - 7. juni. Undanfarnu árini hevur festivalurin verið seint á sumri. Bæði føroyskir, norðurlendskir og altjóða kendir kristiligir tónleikabólkar hava framført á fjarðafestivalinum. Í 2012 varð ongin Fjarðafestivalur fyriskipaður. Fyrireikararnir boðaðu frá, at teir roknaðu við, at teir fóru at skipa fyri einum líknandi tónleikafestivali í 2013, men at hann tá skuldi hava eitt annað heiti.[2]
Nevndin
rættaÍ nevndini sótu Terje Beinar Vestergaard og Eyðun Jacobsen við øðrum.
Keldur
rætta- ↑ Visiteysturoy.fo
- ↑ "Planet.foFjarðafestivalurin farin í søguna". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-04-08. https://web.archive.org/web/20120408133114/http://planet.fo/grein/fjardafestivalurin_farin_i_soguna. Heintað 2013-02-08.