Faroe Petroleum ella Føroya Kolvetni er føroyskt oljufelag, ið rekur olju og kolvetnisvinnu í Føroyum og uttanlands. Føroya Kolvetni varð stovnað í 1997 og skrásett í Føroyum í januar 1998. Í desember 2002 varð stovnað móðurfelagið (holdingfelagið) Faroe Petroleum í Onglandi. Forstjóri í felagnum er Graham Stewart og stjóri er Nils Sørensen. Faroe Petroleum hevur skrivstovur í Tórshavn, Aberdeen (høvuðssæti) og Stavanger.

Í juni 2003 varð Faroe Petroleum skrásett á AIM (Alternative Investment Market) virðisbrævamarknaðinum í London, ið er ein av teimum lítlu partabrævamarknaðunum í London.

Virksemi

rætta

Faroe Petroleum er við í 5 leitingarloyvum við Føroyar: Orodruin (100%), Anne Marie (12,5%), Brugdan( 4%), Sildrekin (10%) og Rannvá (100%). Talið í klombrum sigur, hvussu stóran part Faroe Petroleum eigur í loyvunum.

Harumframt er Faroe Petroleum við í nógvum loyvum í bretskum sjógvi, í norskum sjógvi og onkrum einstøkum í hollendskum sjógvi.

Slóðir

rætta