Faroe Airways var flogfelag, ið fleyg rutuflúgving millum Føroyar og Danmark 1964 til 1967.

Søga rætta

Faroe Airways var stovnað av danska felagnum Scanfly og føroyska Skipafelagnum Føroyar. Fyrsti flogtúrurin var 7. mars 1964 við einum De Havilland Heron flogfari við 12 setrum. Frá 19. juli 1965 varð flogið við einum Douglas DC-3 flogfari. Millumlent var fram til 1965 í Kirkwall í Orknoyggjum. Seinni varð milumlent í Sumburgh í Hetlandi. Stjóri í felagnum var Jørgen V. Petersen.

Síðsta flogferðin hjá Faroe Airways var í september 1967.[1]

Keldur rætta

  1. Gyldendal
  • Dimmalætting 22. februar 2013: "Undangongumaðurin í føroyskari flogferðslu: -Vit fóru á flog við báðum beinunum á jørðini"