Føroyar, A-landsliðið í hondbólti hjá kvinnum
Føroyar hevur A-landslið fyri kvinnur, sum leikar í altjóða kappingum. Føroysku kvinnurnar hava fyrr kappast í Challenge Trophy. Í juni 2017 spældu tær í innleiðandi undankapping til EM í hondbólti 2018 (kvinnur). Tær spældu tveir dystir ið vóru móti Grikkalandi og Finnlandi. Føroyar vann dystin móti Grikkalandi 25-24 og móti Finnlandi vunnu tær 20-17. Føroyska liðið kom sostatt fyri fyrstu ferð víðari til sjálva undankappingina til EM í hondbólti. Landsliðsvenjari hjá kvinnunum er Scott Harrington og Sigrun Mikkelsen er hjálparvenjari (dagført juni 2017).[1]
Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum 2017
rættaHesar eru úttiknar til hópin hjá A-landsliðnum hjá Føroyum í hondbólti (bruttohópur):
- Viviann Petersen VÍF
- Fríða Petersen Neistin
- Tomma Sunnva Petersen Kyndil
- Ásleyg Súnadóttir Kyndil
- Turið Arge Samuelsen Kyndil
- Ninna Katrin Johansen StÍF
- Anja Eliasen Kyndil
- Kristianna Henneberg Joensen Midtjylland
- Siw Matras Larsen TMS Ringsted
- Margit Weihe Fríðmundsdóttir Neistin
- Marianna Geirsdóttir Eystberg VÍF
- Guðrið Geirsdóttir Eystberg Kyndil
- Durita Christoffersen Jojic VÍF
- Birita Ingolfsdóttir Jacobsen Neistin
- Anna Armgarðsdóttir Brimnes Kyndil
- Marjun Falkvard Danberg Neistin
- Bjarta Osberg Johansen Kyndil
- Bára Krossteig Hansen Kyndil
- Pernille Brandenborg GOG
- Daniella Joensen VÍF
- Tóra Eliasen Stjørnan
- Birita Poulina Mortansdóttir Kyndil
- Marianna Holm Jacobsen VÍF
Keldur
rætta- ↑ "HSF.fo, A-landsliðið kvinnur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-03-21. https://web.archive.org/web/20120321055749/http://www.hsf.fo/?page_id=115. Heintað 2011-10-17.