ES-Kommissiónin ella Evropakommissiónin kann kallast “stjórnin” í ES. Hon umboðar ES yvirskipað, og skal ikki taka tjóðskaparlig atlit. Teir 27 kommisserarnir eru ikki valdir, men útnevndir av limalondunum. Tað er í ES-kommissiónini, at ES-lóggávan byrjar. Hetta er tann valdsmesti og størsti stovnurin við 25.000 fólkum í starvi. Kommissiónin hevur initiativrættin - tað merkir, at bara hon hevur rætt at seta fram uppskot um nýggja ES-lóggávu. Síðani skal henda lóggáva góðkennast og tillagast av Evropatinginum og ES-Ráðnum. Hvørt land hevur sín kommisser, og áðrenn eitt uppskot verður sent til Ráðið og Tingið, skal meirilutin av teimum 27 kommisserunum siga gott fyri tí. Kommiserarnir eiga ikki at umboða sítt egna limaland, men arbeiða fyri alt ES sum heild, og tí átti tað í prinsippinum ikki at gjørt nakran um, um eitt land sleppur at velja ein kommisser ella ikki. Kommiserarnir eiga ikki at umboða sítt egna limaland, men arbeiða fyri alt ES sum heild, og tí átti tað í prinsippinum ikki at gjørt nakran um, um eitt land sleppur at velja ein kommisser ella ikki. Tá stjórnin í einum landi hevur útnevnt ein persón, so kemst neyvan uttan um, at hetta ávirkar loyalitetin hjá viðkomandi. Tann sannroynd, at øll kenna best til viðurskiftini í egnum landi, hevur eisini týdning. Og at kommisserar ofta eru virknir politikarar, sum eisini ætla sær eina politiska yrkisleið í heimlandinum tá tíðin í Kommissiónini er av (sum t.d. danski kommisserurin Ritt Bjerregaard er dømi um), ger helst eisini, at heimlandið mangan er frammarlaga í huganum.

ES-Kommissiónin

Í 2014 verður talið á kommisserum eftir ætlan lækkað, so bert 2/3 av londunum hava egnan kommisser í senn. Tað kann broyta støðuna. Fyri tað fyrsta fær hvør kommisserur tá størri ábyrgd, størri fokus verður á hvønn einstakan – og limalond, sum ikki eru umboðað beinleiðis í Kommissiónini, fara helst at vera meira kritisk mótvegis kommisserum, sum eru undir illgruna um at taka tjóðskaparlig áhugamál fram um heildina.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið