Eva Margreta úr Baianstovu
Eva Margreta Frederikke Jacobsdatter Lützen vanliga nevnd Eva Margreta úr Baianstovu (fødd 16. oktober 1814 í Tórshavn, Føroyar, deyð 23. juli 1877 í Tórshavn, Føroyar), var dóttir Jacob Poulsen og Onnu Mariu Hansdóttir.
Hon giftist við Andreas Christian Lützen og saman fingu tey børnini Onnu Lützen, Niklas Lützen, Jacob Lützen, Lütje Lützen, Georg Lützen, Andreas Christian Lützen og Edvard Lützen. Fleiri av børnum og eftirkomum hennara hava havt stóran týdning í Føroyum.
Hon var omma at Andrias Christian Evensen, og einasta dóttir hennara, Anna, giftist við prestinum og próstinum Jens Christian Evensen.[1][2]
Í 1925 varð ein bók skrivað við Onnusa endurminningum, ið kom útskrivað í trimum hondskrivaðum eintøkum.