Andreas Christian Lützen
Andreas Christian Lützen føddur 13. juni 1813 í Suðurjútlandi. Hann kom í 1838 24 ára gamal til Havnar at vera fyrsti einalærari.
A. C. Lützen gjørdist ein av fremstu álitismonum í Havn. Hann gjørdist løgtingsmaður, ríkisdags maður og kommunustýrisformaður í Havn, og hann fekk ein minniligan deyða í 25. juli 1874, tá ið hann small niður deyður, meðan hann talaði fyri kongi, sum var komin á vitjan.
A. C. Lützen giftist við Evu Margretu úr Baianstovu (fødd Jacobsen). Saman fingu tey børnini, Onnu Lützen, Niklas Lützen, Jacob Lützen, Lütje Lützen, Georg Lützen, Andreas Christian Lützen og Edvard Lützen. Fleiri av børnum og eftirkomarum hansara hava havt stóran týdning í Føroyum.
Einasta dóttir hansara Anna giftist við prestinum og próstinum Jens Christian Evensen. Tey fingu millum annað sonin Andrias Christian Evensen.
Í 1925 varð ein bók skrivað við Annusa endurminningum, ið kom útskrivað í trimum hondskrivaðum eintøkum.