Evra
Gjaldoyrað evra ella euro (symbol € ella EUR) er seinnu árini innført í nógvum av ES-limalondunum. Danmark er ikki við í gjaldoyrasamstarvinum, men danska krónan er kortini sterkt tengd at evruni - kursurin liggur altíð og ridlar um 7,45 DKK fyri eina EUR.
Í løtuni eru 20 lond við í evruøkinum (Euro Area ella Eurozone).[1] Afturat teimum nýta fimm lond evruna sambært formligum avtalum, teirra millum San Marino, Monako og Vatikanið umframt oyggjalondini Saint-Pierre og Miquelon og Mayotte, seks lond nýta evruna uttan formligar avtalur, teirra millum Montenegro, Andorra, Kosovo og fleiri oyggjalond, afturat teimum eru minst ellivu gjaldoyru knýtt at evruni.
Søgan
rættaÍ 1979 fekst felags gjaldoyra, tá ið avroknast skuldi fyri landbúnaðarvørur. Hetta gjaldoyrað fekk navnið ecu, sum er European Currency Unit (ella á føroyskum: "evropeisk gjaldoyraeind"). Samstundis er ecu eisini navnið á fronskum mynti úr miðøldini. Tann 1. januar 1999 kom í gildi nýtt felags ES-gjaldoyra, sum verður nevnt evra, uppkallað eftir heimspartinum.
Slóðir
rætta- ↑ Estonia adopts the euro, independent.co.uk, 1. januar 2011