Eugène Terre'Blanche
Eugène Ney Terre'Blanche (f. 31. januar 1941 í Ventersdorp - 3. apríl 2010) var leiðari av víðgongda felagsskapinum Afrikaner Weerstands Beweging (Afrikaner Resistance Movement), vanliga kendur sum AWB, ið varð stovnaður sum ein politiskur flokkur tann 7. juli í 1973. Felagsskapurin arbeiðir millum annað fyri einum hvítum stýri í Suðurafrika, og var stuðul hjá hvíta stýrinum, ið sat øll árini undir apartheid í Suðurafrika.
Limirnir í AWB savnast saman um eitt hagekross (eitt slag av flaggi, ið minnir nógv um flaggið, Adolf Hitler og menn hansara nýttu). Í 1994 royndi felagsskapurin at steðga fyrsta demokratiska valinum í Suðurafrika við at fremja fleiri bumbuálop. Felagsskapurin sigur seg í dag hava 70.000 limir. Leygardagin 3. apríl varð Terre'Blanche funnin myrdur í heimi sínum í Ventersdorp í norðara partinum av Suðurafrika.