Ennigul ont
Ennigul ont (frøðiheiti - Anas penelope) er rundvaksin og eitt sindur minni enn villdunna. Serliga høvdið er eyðkent, nevið heldur stutt, ennisbrøtt, skalli og nakki rundleitt, og hálsurin tjúkkur og heldur stuttur. Í bútíðini er steggin t.d. illreyður um høvdið. Ein gulur, reinur blettur er frá nevrótini upp á skallan millum eygnanna, og eisini í síðsummarbúna í juni til sept. er steggin vakurt reyðmoreyður. Ungfuglur og bøga skifta frá gráum til reydligari morreytt og hava eyðkendan dimman eygnadregil. Tá ið steggin flýgur, sæst hvítt framman í veingjunum. Allar ennigular entur hava avmarkað hvítt um búkin.
Ennigul ont | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Slagið er víða um í Evropa og Asia, har tað eigur við grunn vøtn, kanska eisini við strondina. Ennigul ont leitar sær eisini eftir føði á landi eins og gás. Hon eigur um alt Norðuratlantshav, men stovnurin er størstur í Íslandi, serliga við Mývatn. Tað eru eisini serliga fuglar úr Íslandi, sum dvølja á í oyggjunum um várið, tíðliga um summarið og heystið. Um veturin er ennigul ont í Stórabretlandi ella syðri í Evropa.
Sí eisini
rætta