Edlur
Edlur, Oydlur ella Ferføtlur (danskt øgler/firben) (frøðiheiti - Lacertilia) eru størsti skriðdýraflokkurin. Til eru eini 3700 eðlusløg. Eðlur eru um allan heim, men ikki úti á havi og í kuldaøkjum. Størsta eðlan er 3 m. langi komodovaranurin, og minsta eðlan er gekkoslag, minni enn 2 cm. Vanliga hava eðlur, til dømis grøneðluættin, langan, klænan kropp, langan hala, beinini bend út frá kroppinum og fimm tær á hvørjum fóti. Men summar, til dømis glansoygdur, eru langar og klænar, men hava ógvuliga stutt bein. Tær grava seg lættliga við vríggjandi kroppsrørslum niður í leysa mold. Í húðini eru beinplátur sum á krokodillu, slangu og øðrum skriðdýrum. Sum onnur skriðdýr verpa kvenneðlurnar egg og grava tey niður í jørðina ella fjala tey undir steinum ella í klettarivum.
Edlur Ferføtlur | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||
|
Kvettist eðluhali av, veksur hann út aftur, á sama hátt, sum tá ið t.d. krossfiskur missir arm. Nakrar mánaðir seinni er halin vaksin aftur. Bítur ránsdýr í halan á eðlu, brotnar hann lættliga av, tí í halageislunum eru smáar rivur tvørturum, so halin lættliga loysar. Brotni halin liggur og vriggjast og snarast. Hetta ørkymlar fíggindan, so eðlan sleppur til rýmingar. Einar átta mánaðir seinni er halin fullvaksin aftur.
Bara tvey eðlusløg hava eitrandi bit, tey eru gilaeðlan og finnueðlan. Báðar halda til sunnarlaga í USA, í Meksiko og í Miðamerika.