Ebbu-virðislønin
Ebbu-virðislønin er ein føroysk bókmentavirðisløn, ið verður handað ungum rithøvundum við serligum gávum. Virðislønin varð handað fyri fyrstu ferð tann 20. mai 2018 í auluni í Finsen í Tórshavn.[1][2]
Søga
rættaVirðislønin er nevnd við rithøvundin Ebbu Hentze, ið tó er betri kend sum týðari. Í testamenti sínum skrivaði hon soleiðis:
"Eftir deyða mín skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, harundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns-grunninum."
Í hesum sambandi setti nevndin hjá Rithøvundafelagi Føroya EBBU-virðislønina á stovn tann 26. november 2017, við 570.155,54 krónum á kontu. Avgjørt varð, at fyrsta virðislønin áljóðandi 25.000 krónur skuldi latast Hvítusunnudag, 20. mai 2018. 20. mai er somuleiðis dagurin Ebba Hentze andaðist í 2015.[3][2][4]
Móttakarar
rættaEbbu-virðisløn 2018:
Beinir Bergsson - Tann lítli drongurin og beinagrindin (yrkingasavn)[5][6][7][8]
Grundgeving 2018
rættaBeinir Bergsson sýnir í verkinum "Tann lítli drongurin og beinagrindin", stórt dirvi, málsligar- og skrivligar førleikar, hugflog og evni at skapa vón og bata úr sorg. Við skriftini at lata lesaran inn í ein heim, ið er mongum kendur, eins og hann er mongum ókendur. Við yrkingasavninum verður lesarin leiddur á eina ferð, har stóru kenslurnar, óttin og ræðslan ganga hond í hond við vónini, gleðini og dirvinum til at tora at seta seg niður at hyggja at tí, ið fyriferst. Á henda hátt at viðgera lívsins avbjóðingar á ein skapandi, mennandi, læruríkan ikki sentimentalan hátt, og harvið geva, ikki bert sær sjálvum, men eisini lesaranum, ein møguleika at finna orð, ið viðgera hesi truplu evni. At hava hetta yrkingasavnið á føroysku bókahyllini er ein gáva, ið ikki kann undirmetast, tí hvussu kunna vit finna linna, ugga, læra ella endurskapaúr upploysnini, um slík verk og tilfar ikki er tøkt?
Hóast evnið í savninum er sjúka og deyði, ótti og sorg, ber savnið samstundis vónina í sær. Lyktin, ið megnar at lýsa upp myrkrið er tendrað í savninum, og ikki bert lýsir hon vegin út úr tí umfevnandi myrkrinum, hon varpar samstundis ljós á ein heim, ið alt ov sjálvdan verður upplýstur.
Vit eru fegin um at lata Beini fyrstu Ebbu-virðislønina, og meta at hann er ein virðiligur móttakari. Ein ungur, gávaður, djarvur høvundi, ið longu hevur ríkað okku og okkara bókmentaheim, og sum vit vóna, framhaldandi fer at geva okkum nógvar ríkandi lesiupplivingar, lærdóm og ljós í og úr myrkrinum.[9]
Ebbu-virðisløn 2019:
Grundgeving 2019
Grundgeving fyri at Rithøvundafelag Føroya valdi at lata heiðurslønin til Trygva Danielsen var:
Trygvi Danielsen hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur. Harumframt hevur Trygvi við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum. Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara kenna aftur undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk.
Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni hugleiður um og kemur við hvøssum atfinningum mótvegis tí samfelagi, vit liva í, og tí heimssamfelagi, vit eru partur av. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar. Rætturin at liva og virka, sum ein hevur hug til, eisini verður viðgjørdur og kravdur.
Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist. Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná Trygva Danielsen, har tey fáa eitt innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað.
EBBU-virðislønina 2019 og hervið 25.000 kr. varð handað Trygvi Danielsen á almenna samkomu í Býarbókasavninum, 20. mai 2019.
Ebbu-virðisløn 2020:
Anna Malan Jógvansdóttir.
Røðan, sum Vónbjørt Vang, næstforkvinna Ritøvundafelagsins helt til handanina, sum var hildin á hugnaligar samkomu úti í Nólsoy:
“Vit yvirliva bert, tí at vit brúka orð.”
Orðini eigur danski yrkjarin Inger Christensen og eru úr yrkingasavninum Det frá 1969. Inger Christensen knýtir við hesi útsøgn lívið og sjálvan eksistensin tætt uppat tí at skriva, at yrkja og tað at brúka orðini. Tí tað er við orðunum, at vit skapa heimin, tað er við skaldskapinum, at vit til tíðir kunnu finna leking. Tí yrkingin kann vera heilivágur fyri sálina, eitt friðskjól og eitt stað, har vit verða mint á, at vit ikki eru einsamøll í verðini. Ja, eitt slag av fyrstihjálparkassa til tey, sum hava meiðslað seg; eitt rúm, vit kunnu trína inní einsamøll við einum koppi av te, meðan vit av og á hyggja út til havs.
Eg kom at hugsa um orðini hjá Inger, tá eg fekk til uppgávu at halda hesa røðu, nú vit fagna Onnu Maluni við EBBU-viðislønini 2020. Tí onkursvegna tykjast skrivingin og orðini lívsneyðug hjá Onnu Maluni:
Eg droymdi, at eg druknaði.
Eg sá geislarnar spríkja gjøgnum vatnskorpuna,
men kroppurin sakk bara longur og longur niður.
Ímeðan toygdu æðrarnar seg út
og boraðu seg djúpt niður í havsins botn,
so eg hekk føst.
Meðan havið streymaði gjøgnum mínar æðrar,
sprændi ein kensla av longsli inn í hjartað,
sum seigliga bleiv fjalt av gjari,
so eingin kundi síggja tað.
Soleiðis ljóðar yrkingin Gjarhjarta úr debutsavninum Undirfloyma frá 2015.
Anna Malan hevur hóast ungu árini longu útgivið trý verk. Í teimum hitta vit fyrst ein yrkjara, við serligum ansi fyri orðunum og náttúruni, eisini tí viðbrekna í menniskjalívinum, eins væl og í náttúruni, men eisini styrkina í skaldskapinum, og máttin í orðunum, sum sýnast alneyðug fyri Onnu Maluna.
Í savninum Korallbruni frá 2017 gerst egið í yrkingini enn meir við eitt við náttúruna, meira spesifikt við havið:
“eg lovi tað
leggur tú mín skølt
móti oyranum
hoyrir tú havið suða”
Hesin serliga lekjandi mátturin í skaldskapi kemur allarmest til sjóndar í hybridbókini Psykosudrotningin sigur frá frá 2019, sum byggir á egna sjúkrasøgu, ið á skaldsligan hátt lýsir gongdina eftir at høvuðspersónurin fær eina psykosu, verður innløgd á psykiatriskari deild og at enda hvussu høvuðspersónurin, við at taka ræði av síni egnu søgu, eisini kemur fyri seg aftur. Hin máttmikla psykosudrotningin er fødd og hon gevur øllum óndum drekum banasár. Hon er ímyndin av styrki og vreiði og við at geva júst henni rúm og legitimitet, gevur bókin eisini rúm og legitimitet til psykotiskar upplivingar, sum ikki skulu doyvast burtur við heilivági, men sum skulu síggjast sum náttúruligar reaktiónir uppá lemjandi hendingar í lívinum.
“Góða psykiiatri,
Tak ikki tað, sum er psykotiskt frá mær.”
....bønar høvuðspersónurin.
Skaldskapurin gerst her bæði lekjandi fyri tann skrivandi, men eisini tann lesandi, ið fær eitt súmbolskt rúm at trína inní, har drekar og drotningar stríðast um valdið, eitt frírúm, har høvundurin skrivar og teknar seg burtur úr eini psykosu, har skaldskapurin bæði gerst list og sálarbót.
Soleiðis kann skaldskapur geva okkum linna og lívsmót, tí onkursvegna kunnu øll verða hart rakt av lívinum, og tá hevur skaldskapurin máttin at endurganda verðina fyri okkum. Tað er eksistentielt at fortelja søgur og samleikaskapandi. Eins og náttúran, eru eisini vit viðbrekin – vit øll hava brúk fyri bjargingarflakum at flóta á av og á, vit hava øll brúk fyri skaldskaparinnar lekjandi megi og fyri at tríva í orðini hjá Inger Christensen aftur, so hava vit brúk fyri orðunum fyri at yvirliva.
Tí er tað gleðiligt, at hava heiðurin av at handa Onnu Maluni Jógvansdóttir EBBU-virðislønina 2020, ið verður latin ungum rithøvundi, ið hevur sýnt serligar gávur.
Góða Anna Malan, blív við við at brúka orðini, kasta tey út til okkum sum lívlínur, lat orðini mana fram psykosudrotningar við svørði í hendi, gjarløgd hjørtu, og drekar, sum eisini kunnu doyggja, tí tað er bert við orðunum, at vit yvirliva...
Hjartaliga til lukku, Anna Malan, og blíðan byr við tínum framtíðar rithøvundavirki.
Vanliga hevur virðislønin verið handað 20. mai, á deyðsdegi Ebbu Hentze, men orsaka av Corona-smittuni, varð hon handað Onnu Maluna sunnudag 27. juli 2020 úti í Nólsoy.[10]
Keldur
rætta- ↑ http://rit.fo/?id=news&news=40795
- ↑ 2.0 2.1 https://kvf.fo/greinar/2018/05/20/ebbuvirdislonin-latin-fyrsta-sinni
- ↑ http://www.rit.fo/?id=news&news=39905
- ↑ http://rit.fo/?id=news&news=40785
- ↑ http://portal.fo/beinur+fekk+fyrstu+ebbuvirdislonina.html
- ↑ http://www.listaportal.com/tidindi/2018/5/21/beinir-bergsson-fekk-ta-fyrstu-ebbuna
- ↑ https://www.farlit.fo/home/2018/5/24/beinir-bergsson-granted-the-new-ebba-award
- ↑ https://r7.fo/news/10154/beinir-bergsson-fekk-fyrstu-ebbu-virdislonina
- ↑ http://rit.fo/?id=news&news=40795
- ↑ "Rithøvundafelag Føroya". https://rit.fo/?id=news&news=43189.