Dvørggrælingur
Dvørggrælingur (frøðiheiti - Calidris minuta) er bert 14 - 15,5 cm, og er ein av teimum minstu grælingunum. Hann eigur norðaliga á frostmýrunum og er í vetrarvist í Afrika. Dvørggrælingur minnir um sandgræling, men er minni. Nevið er stutt, kroppurin rundvaksin. Ofta er hann saman við øðrum nærskyldum fugli, og tá sæst skilliga, at hann til dømis er væl minni enn fjallmurra. Hann er einasti grælingur, tá ið hugsað verður um støddina, sum er regluliga í Norðuratlantshavi, men hinir smærru grælingarnir koma eisini henda vegin. Dvørggrælingur er tó sera sjáldsamur hjá okkum.
Dvørggrælingur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Fáir dvørggrælingar síggjast í skotsku oyggjaflokkunum, har hann sæst saman við øðrum grælingum, tá ið teir flyta um heystið. Í Íslandi og Føroyum er dvørggrælingurin sjáldsamari. Hann eigur í Ásia og Evropa norðarlaga í frostmýrunum og flytur um Vesturevropa um heystið.
Sí eisini
rætta