Dixie Virginia Carter (fødd 25. mai 1939 í McLemoresville, Tennessee, doyði 10. apríl 2010 í Houston, Texas) var ein amerikanskur filmsleikari. Hon var best kend fyri at hava spælt við í sjónvarpsrøðini Designing Women (1986-1993). Í 2007 varð hon tilnevnd eina Emmy Award fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini Desperate Housewives. Hon var gift við sjónleikaranum Hal Holbrook frá 1984 til hon doyði, áðrenn tað hevði hon verið gift tvær ferðir fyrr.

Dixie Carter
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. mai 1939 í/á McLemoresville
Andaðist 10. apr 2010 í/á Houston
Deyðsorsøk uterine cancer
Alma mater University of Tennessee, University of Memphis, Rhodes College
Starv sjónleikari, sangari, sjónleikari á palli, sjónvarpsleikari, filmsleikari, raddaleikari
Politiskur flokkur Republikanski Flokkurin
Mál Enskt mál
Heimasíða http://www.dixiecarter.com
Dátuheiti
ISNI 0000000057950825
VIAF 79425017
LCAuth n95075674
IMDB nm0141581
Commons Dixie Carter

Filmar

rætta

Heiður

rætta
Ár Virðisløn Bólkur Sjónvarpsrøð ella sjónleikur Úrslit
1976 Theatre World Award Outstanding Actress Jesse and the Bandit Queen Vann
1979 Drama Desk Award Drama Desk Award for Outstanding Actress in a Play Fathers and Sons Tilnevnd
1989 Los Angeles Women in Film Festival Excellence in TV Episodic Comedy Designing Women Vann
2007 Emmy Awards Outstanding Guest Actress in a Comedy Series Desperate Housewives Tilnevnd
2009 SXSW Film Festival Best Ensemble Cast That Evening Sun Vann

Privatlív

rætta

Í 1967 giftist hon Arthur Carter, tey fingu tvær døtur saman. Eftir at hon hevði fingið døturnar helt hon frí frá sjónleikaralívinum í 8 ár, fyri at taka sær av børnunum. Umframt tær báðar døturnar átti Arthur eisini trý onnur børn. Tey bæði fingu hjúnarskilnað í 1977. Hon giftist sama ári við sjónleikaranum George Hearn, men tað hjúnarbandið vardi bara í tvey ár, tey fingu hjúnarskilnað í 1979. Í 1984 giftist hon fyri triðju ferð, hesaferð fyri lívið, tað var við sjónleikaranum Hal Holbrook. Í 1996 útgav hon bókina Trying to Get to Heaven, har hon eitt nú greiðir frá sínum lívi við Hal Halbrock, um Designing Women, um plastiskar skurðviðgerðir. Hon er erlig í bókini og sigur m.a., at hon, eins og fleiri onnur kend, hevur nýtt vakstrarhormonið HGH (Human Growth Hormone).

Keldur

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið