Divaz
Divaz er føroyskur tónleikabólkur við royndum tónleikarum og songkvinnum. Songkvinnurnar eru Malan Eyðunsdóttir, Laila Carlsen og Anna Maria Olsen. Tónleikararnir eru Henning Hjalt Nicodemussen á trummum, Jóhan Ziskason á guitar, Bjarki Meitil á bass og Bjarni Lisberg á ljómborði.[1] Divaz hevur m.a. framført á Summarfestivalinum.
Í 2013 var ein av limunum skift út, og bólkurin broytti navn til Flamma. Anna Maria Olsen var ikki við í bólkinum longur, og nýggjur limur var Ann Chanett Danielsen. Nýggi bólkurin Flamma gav út tvey stakløg í 2013, løgini eru av einari komandi fløgu hjá teimum, sum kemur út á sumri 2013.[2]
Keldur
rætta- ↑ "Tonleikur.fo, Divaz". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-28. https://web.archive.org/web/20120728021623/http://tonleikur.fo/profile_divaz.html. Heintað 2012-02-09.
- ↑ Planet.fo[deyð leinkja] Divaz hava skift navn