Diego Rodríguez de Silva y Velázquez (føddur í juni 1599, deyður 6. august 1660), oftast bert nevndur sum Diego Velázquez, var hoffmálari hjá kong Filip 4.. Hann var ein av bestu portrettmálarunum í barokk-tíðarskeiðnum.

Sjálvsmynd av Diego Velázquez

Velázquez varð føddur í Sevilla sum barn hjá einari sevillianskari mammu og einum pápa av jødiskari-portugisiskari ætt. Longu 12-ára gamal fór hann í læru hjá kenda listamálaranum Francisco de Herrera el Viejo. Vegna ósemjum fór hann úr læruplássinum eitt ár seinni og fór í staðin í læru hjá tí manieristiska málaranum Francisco Pacheco. Tað var her at Velázquez fekk sítt listaliga støði. Teir báðir gjørdist eisini góðir vinir og í 1618 giftist hann dóttir Pacheco, sum nevndist Juana. Diego fekk egið verkstað í Sevilla sum 18-ára gamal, men í 1623 flutti hann til Madrid har hann seinni gjørdist kongaligur hoffmálari, eftir nakrar miseydnaðar royndir.

Myndir av málningum hansara

rætta

Keldur

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið