Avskriving er ein virðisminkan av ognini hjá einum virkið.

Maskinur, bilar, rakstrarútgerð og innbúgv verða vanliga brúkt í fleiri ár. Hvørt ár minka tey í virði, og árliga virðisminkingin er ein kostnaður hjá virkinum. Hesin kostnaður nevnist avskriving.

Virðisminkingin kann standast av fleiri ávum. Maskinur, bilar og innbúgv slítast, tá tey verða brúkt. Flestu maskinur, t.d. telduútgerð og persónbilar minka harumframt í virði, bert tí at tær eldast. Maskinur og teldur mugu ofta skiftast út, tí nýggjar maskinur verða framleiddar, ið megna at loysa uppgávurnar betri.

Frá ári til árs er trupult at meta um, hvussu nógv amboð minka í virði. Tá amboðini verða keypt, hevur virkið tí frammanundan eina avskrivingarætlan. Avskrivingarætlanin fyri eina støðisogn krevur:

  • Áseting av avskrivingarupphædd
  • Áseting av avskrivingartíðarskeiði (brúkstið í árum)
  • Ásetta avskrivingarupphæddin verður býtt yvir avskrivingartíðarskeiðið

Upphæddin, ið samanlagt verður avskrivað, er virðisminkingin tilsamans í avskrivingartíðarskeiðinum. Hetta er kostprísurin minus eitt møguligt restvirði (eisini nevnt scrapvirði). Restvirðið er tann upphædd, sum virkið kann selja amboðið fyri, tá tað ikki kann brúkast meiri. Møguliga fæst tó einki fyri liðugt brúkta amboðið. Hinvegin kann eisini hugsast, at amboð kunnu seljast brúkt – til dømis brúktir bilar.

Avskrivingartíðarskeiðið verður sett til væntaða æviskeiðið hjá amboðinum, har atlit er tikið til slit og tøkniliga elding. Væntaða avskrivingartíðarskeiðið verður eisini rópt brúkstíðin.

Sí eisini

rætta

Keldutilfar

rætta