Lat upp høvuðsmeny
David Rockefeller í 1953.

David Rockefeller (f. 12. juni 1915 í New York – d. 20. mars 2017 í New York) var tann seinasti av sínum ættarliði og hann var abbasonur stovnaran av Standard Oil, John D. Rockefeller Jr. Hann var yngstur av fimm synum. Eins og so mangir ungir menn hasa tíðina, so luttók David eisini í Øðrum heimskríggi. Eftir kríggið arbeiddi hann í Chase Bank, sum seinni fekk navnið JP Morgan Chase. Undir hansara leiðslu varð Chase Bank tann fyrsti amerikanski bankin sum opnaði deildir í Fólkalýðveldinum Kina og Sovjetsamveldinum, og eisini í Egyptalandi, eftir Suez-kreppuna í 1956. Rockefeller fór frá í 1981, tá hann var blivin 65 ára gamal. Rockefeller fekk seks børn við konuni Margaret. Margaret doyði í 1996. Rockefeller gekk á Harvard University, og var liðugur har í 1936. Hann hevði búskap sum høvuðsevni, og í 1940 bleiv hann doktari í búskapi við University of Chicago. Í 1998 fekk hann Presidential Medal of Freedom, fyri alt sítt vælgerandi arbeiði.

Hóast hann ongantíð sjálvur gjørdi nakra roynd í politikki, so royndu tveir brøður hansara seg. Nelson Rockefeller var eitt skyfti guvernørur í New York og eisini so høgt sum varaforseti, tá Winthrop Rockefeller var guvernørur í Arkansas.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið