Dan Djurhuus (føddur 15. august 1978 í Vági) er føroyskur fótbóltsleikari. Dan er ein av teimum mest royndu leikarunum hjá FC Suðuroy. Barna- og ungdómsárini spældi hann við VB, í vaksnamanna árunum hevur hann spælt fyri barndómsfelagið VB, sum legði saman við Sumba í 2005 og fekk navnið VB/Sumba. Felagið skiftið navn til FC Suðuroy í 2010. Eitt tíðarskeið í 1996 spældi Dan við B36. Dan spælir sum miðvallaleikari, men hann hevur tó eisini onkuntíð spælt sum verjuleikari og áleypari.

Dan Djurhuus er fremst á myndini. Suni úr Hørg sæst aftanfyri hann.

Høvuðsmálskjútti hjá VB/Sumba í 2007

rætta

Dan Djurhuus skoraði 5 mál fyri VB/Sumba í 2007. Hann var toppskorari fyri besta liðið hjá VB/Sumba tað árið.

Millum 10 teir bestu av málskjúttunum hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB

rætta

22. august 2010 skrivaði Suðuroyarportalurin um Jón Krosslá Poulsen, sum tá júst hevði skorað sítt mál nummar 56 fyri FC Suðuroy (og VB/Sumba og VB), og harvið gjørdist tann mest skorandi leikarin. Í tí sambandi varð eisini nevnt, at Dan Djurhuus hevur skorað 40 mál fyri besta liðið hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB og er nummar 6 næst eftir Pól Thorsteinsson, sum hevur skorað 51 mál.[1][deyð leinkja] Í dystinum móti B71, sum varð spældur á Sandi 26. september 2010 skoraði Dan Djurhuus eitt av tveimum málum, tað var sostatt hansara mál nummar 41 fyri felagið (íroknað VB og VB/Sumba).

Keldur

rætta

Útvortis ávísingar

rætta