Dagny Joensen (fødd 31. januar 1941 í Klaksvík) er ein føroyskur rithøvundur og blaðkvinna.[1]

Hon vaks upp í Klaksvík, men fór, fimtan ára gomul, í hárfríðkanarlæru í Havn. Seinni flutti hon til Danmarkar og búði har til miðskeiðis í sjeyti-árunum. Síðani tá hevur hon búð í Havn, har hon hevur starvast sum blaðfólk í mong ár.[2]

Dagny er serliga kend fyri síni leikrit, sum eru framførd á palli og í Kringvarpi Føroya (bæði í útvarpi og sjónvarpi).[2]

Útgivið rætta

Skaldsøgur rætta

Stuttsøgur rætta

  • 1979: Aftan fyri Byrgingina, stuttsøga
  • 1986: Tá Jólatrina vitjaði Snæbjørn, stuttsøga fyri børn

Útvarpsleikir, sjónleikir og sjónvarpsleikir rætta

  • 1979: Hvat er kærleiki? útvarpsleikur
  • 1979: Ert tú nøgd Bina? útvarpsleikur
  • 1980: Selma og Páll, útvarpsleikur
  • 1980: Býr nakar inni har,mamma? útvarpsleikur
  • 1982: Tilvildin, sjónleikur framførdur í Sjónleikarhúsinum
  • 1984: Fyri Sjónvarp Føroya: Tilvildin gjørd til sjónvarpsleik
  • 1985: Wiskykuffertið, útvarpsleikur
  • 1986: Summarskemtarin, útvarpsleikur
  • 1986: Tað er mín leiklutur, útvarpsleikur
  • 1986: Hvar fór Anna?, útvarpsleikur
  • 1987: Tey keypa sær vinir, útvarpsleikur til ungdómssending
  • 1987: Fremmandamaðurin, útvarpsleikur
  • 2001: Á ókunnuleið, útvarpsleikur
  • 2001: Tey burturvístu, útvarpsleikur

Yrkisbókmentir rætta

  • Terradropar, samrøður við kvinnur í okkara tíð, 2004
  • Alt av kærleika, um føroyskar kvinnur í USA, 2013[3]

Týðingar rætta

Jóanna, skaldsøga eftir Fay Weldon 1989

Keldur rætta