Cider
Cider er ein drykkur, sum er geraður við fruktmosi. Tað fæst í nógvum ymsum smakkum, alt eftir hvør frukt verður nýtt. Drykkurin verður ofta nýttur í staðin fyri øl ella vín. Alkoholinnihaldið er umleið tað sama sum í øli, millum 2 og 8,5 %, meðan framleiðsluhátturin minnir um freimleiðsluna av víni. Ósemja er um upprunan, men seinastu árini er cider vorðið alsamt betur umtókt. Kendasta slagið her um leiðir er helst Sommersby, sum Carlsberg framleiðir. Tað eru tó fleiri ymisk sløg av cider, sum kunnu njótast til ymisk høvi. Umframt at vera ein long drink, kann Cider eisini njótast sum aperitif. Turt cider er vælegnað í staðin fyri hvítvín og søtt cider fyri dessertvín. Tað dýra, turra Vintage cider kann nýtast ístaðin fyri Champagne.