Øl
Øl ella bjór verður bryggjað úr vatni og byggi, og humli latin í fyri smakkin. Byggið verður sett á blót og spírar til malt, sum verður hitað og málið í vatni. So gerar tað í stórum kørum. Seinni búnast ølið og verður sílað, áðrenn tað verður latið í fløskur. Í mong túsund ár hava fólk bryggjað øl. Øl er ein gamal drykkur, sum í dag verður framleiddur kring allan heimin. Í Egyptalandi bryggjaðu tey øl fyri umleið 6.000 árum síðan. Eisini í Føroyum hava vit bryggjað øl í nógv ár. Í 2011 varð lógin í Føroyum broytt, so nú ber til at keypa øl, sum er sterkari enn 5,8% í Føroyum. Lógin hevur virknað frá 1. apríl 2012, men av tí at 1. apríl er ein sunnudagur, og Rúsan er stongd tá, so verður tað 2. apríl, at sterkar ølir kunnu keypast í Føroyum [1].
Øl er ein landbúnaðarvøra; ein geraður drykkur, ið verður framleiddur úr malti, sum er korn (bygg, hveiti, havri, rug, mais ella rís), vatni, humlu og ger og kanska okkurt krydd afturat. Kornið verður bloytt í vatni, til tað byrjar at spíra. Síðani verður tað turkað og snerkt til malt. Ein suppa verður kókað úr søta maltinun og verður kryddað við fruktkendu og beisku humluni og øðrum kryddi. At enda verður alt kølt niður, og ger latið í fyri at gera sukurið til alkohol og kolsýru. Henda tilgongd tekur vanliga eina til fimm vikur. Síðan verður ølið goymt. Og tað kann taka frá nøkrum fáum døgum til mánaðir alt eftir, hvat slag av øl talan er um. At enda verður ølið sílað, hitaviðgjørd og tappað. Umleið 90 % av eini øl er vatn.
Alkohol
rættaAlkohol í øli
- Ljóst pilsnarøl: 1-2 %
- Vanligt pilsnarøl: 3-4 %
- Sterkt øl: 4-7 %
Keldur
rætta- ↑ "Aktuelt.fo, Ivi um ølheimildina". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-04-02. https://web.archive.org/web/20120402034935/http://aktuelt.fo/grein/ivi_um_olheimildina. Heintað 2012-03-27.