Chase er ein føroyskur rokkbólkur, sum varð stovnaður á heysti 1988.

Uppruna-manningin var Edmund Jacobsen sang, Lehnert Kjeldsen gittar, Niclas Johannesen gittar, Mikkjal Joensen bassgittar, James Olsen trummur og Óli Olsen ljómborð.

Bólkurin spældi nógvar væl vitjaðar konsertir fram til 1992, men var lagdur á ís í 1995. Í 2000 avgjørdu Edmund Jacobsen, Niclas Johannesen, Mikkjal Joensen og James Olsen at innspæla nýggja fløgu. Úrslitið var "Sum Tjóvur Á Nátt", ið kom út í 2001. Henda fløga var eins og tann fyrra ljóðblanda av Óla Poulsen, og mastrað av fyrrverandi guitarleikaranum í Chase, Lehnert Kjeldsen

Manning rætta

Útgávur rætta

Útvortis ávísingar rætta