CTD
CTD, Carnitine transporter deficiency, er ein arvalig ílegusjúka, sum forðar kroppinum at brúka feitt sum orku, serstakliga í tíðarskeiðum uttan mat. Carnitinið í kroppinum stavar frá føði og verður eisini framleitt í kroppinum. Fólk við CTD hava ein protein feil í proteininum kalla carnitin transporter, sum føra carnitin inn í kyknurnar og forða fyri, at tað fer úr kroppinum.
Sjúkueyðkenni
rættaVanliga koma fyrstu tekinini og sjúkaeyðkennini av CTD hjá nýføddum og tíðliga í barnaárunum. Tekin kunnu verða óvanligur heilavirkni, sjúkt hjarta, ørviti, spýggj, vøddaveikleiki og lágt blóðsukur.
Sjúkuavgerð og sjúkuviðgerð
rættaEin kan kannast fyri CTD á tríggjar hættir: 1. Máta carnitininnihaldið í blóðinum. 2. Ílegukanningar. 3. Máta virkni av carnitinflytarum á dyrkaðum húðkyknum[1].
Viðgerðin fyri CTD er at tilføra carnitin í so stórum mongdum, at innihaldið av carnitini í blóðinum verður regulskipað.
Títtleiki
rættaHelvtin av Føroya fólki hevur latið seg kanna fyri CTD, 120 eru funnin við ílegusjúkuni, og tað eru fleiri, enn læknarnir høvdu væntað. Áðrenn kanningarnar byrjaðu, varð hildið, at ein av hvørjum 1.300 í Føroyum mundi hava sjúkuna [2], nú vísir tað seg, at ein av hvørjum 400 hevur CTD. Aðrastaðni, til dømis í USA, Danmark, Avstralia og Japan, er talið ein av hvørjum 40 000. Kanningarnar seinasta árið vísa, at sjúkan kann raka øll og ikki bert børn og ung. Tilkomnir menn eru funnir, har aldur og æðrakálking kundi verið ørsøkin til teirra hjartatrupulleikar, men nú vísir tað seg at vera CTD.
Arvafrøði
rættaSøga
rættaSlóðir
rætta- Kunning um CTD frá Heilsumálaráðinum Archived 2013-09-22 at the Wayback Machine
- Færinger i Danmark får tilbud om test for CTD Archived 2010-03-23 at the Wayback Machine
Keldur
rætta- ↑ "hmr.fo - Hvussu verður kannað fyri CTD?". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-19. https://web.archive.org/web/20140819214021/http://www.hmr.fo/Default.aspx?pageid=10893. Heintað 2010-03-22.
- ↑ "hmr.fo - Hví fáa nøkur CTD?". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-19. https://web.archive.org/web/20140819213437/http://www.hmr.fo/Default.aspx?pageid=10891. Heintað 2010-03-22.