Breyð er ein bólkur av grundleggjandi føðivørum, sum verður framleitt við baking ella steiking. Tað verður gjørt við deiggi, ið verður rørt saman av mjøli og vatni, har ið livandi gersoppar verða tilsettir ella súrdeiggj eller eitt kemiskt hevievni. Breyð er vælumtókt í vesturheiminum. Tað verður oftast gjørt av hveitimjøl, men í kaldari samfeløgum verður rug ofta nýtt sum breyðkorn. Ymiskt annað kann tilsetast, tá ein bakar breyð, eitt nú salt, sukur, hunangur, fitievni, egg, krúdd, krúddurtir. Breyð er ein av elstu føðivørum ið man veit um, tað kann sporast aftur til steinøldina.

Ljóst breyð


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið