Deiggj
Deiggj, eisini nevndur Fróði og Deiggj, er ein føroyskur rocktónleikabólkur, sum varð stovnaður 6. september 1981. Tónleikarnir eru úr Suðuroynni (Tvøroyri) og úr Havn. Deiggj spælir klassiskan rokk frá 1970'unum, umframt popp og fólkatónleik. Talan er bæði um løg hjá øðrum og egin løg. Harumframt hevur bólkurin skipað fyri fleiri temakvøldum, har bólkurin bert hevur spælt løg hjá Uriah Heep. Nakrar ferðir hevur John Lawton, fyrrverandi sangari í Uriah Heep, framført saman við teimum á hesum temakvøldum.[1] Deiggj er ofta at hoyra á festivalum og øðrum tónleikatiltøkum í Føroyum. Teir hava eisini framført uttanlands.[2]
Útgávur
rætta- 1985 - Stormávaring
Er við á hesum útgávum
rætta- 2002 - Livandi tónleikur (sangurin Í mánalýsi)[3]
- 1998 - Ung um aldarmótið (sangurin Prúða land mítt)[4]