Tríveldavinasamgongan og Tríveldasamgongan rætta

Tríveldis vinasamgongan

Tríveldis vinasamgongan var ein sameining ímillum Stóra Bretland, Frankaríki og Russland, ið var sprottin burturúr the Anglo-French alliance, ið stig fyri stig hevði ment seg, og at enda kom formiliga í rættlag í 1894 , og úr Anglo-French Entente Cordial frá 1904 . Vinasamgongan kom at enda til lívs eftir Anglo-Russian vinasamgonguni frá 1907 Tríveldisvinasamgongan var eitt aftursvar til tríveldis samgonguna ímillum Týskland, Eysturríki-Ungarn og Italia. Søgufrøðingar kjakast enn tann dag í dag um hvønn leiklut samgongurnar spældu í kveikjanini av fyrra heimsbardaga. I 1890 gjørdist Vilhelm keisari, og ynskti at føra ein drarvan uttanríkispolitikk. Hann uppgav allan politikkin saman við Russlandi, ið førdi við sær at Russland kom saman við Frankaríki. Hann førdi ein ’Wektpolitik’, i d gjørdi at Týskland byrjaði at kasta seg út í kolonikappingina, og eisini byrjaði hann at byggja ein stóran flota. Frankaríki leið enn frá krígnum við prusslendingar í 1870-71, og vildu ógvuliga gjarna fáa Alsace og Lorraine aftur frá einum nú einøktum Týsklandi. Stóra Bretland vildi varðveita sína støðu sum tann sterkasta herflotin í heiminum. Russland var enn eitt stórt heimsveldi, men føldi eisini stóra skomm eftir tapinum á Japan, ið var ein lutfalsliga lítið vald.

Triplealliancen

Tríveldasamgongan kemur frá verjusamgonguni millum Týskland og Eysturríki-Ungarn frá 1879, har hesi bæði londini høvdu sett seg saman fyri at standa ímóti álopum frá millum annað Russland og Frakland. Síðani gjørdust Týskland, Eyturríki-Ungarn og Italia samd og settu seg saman í eini Tríveldasamgongu í 1882. Tey skrivaðu undir eitt skjal, har tey lovaðu, at tey skuldu geva hvørjum øðrum hernaðar stuðul í fall skuldi kríggj brostið á. Tað, sum viðgekk í hesi samgongu var, at Týskland gjørdi av at stuðla Eysturríki-Ungarn framum Russland. Eysturríki-Ungarn og Russland vóru mótstøðumenn í “Europas urolige hjørne” på Balkan. Tvær samgongur ímóti hvørjum øðrum er ikki nóg nógv til at byrja eitt kríggj, av tí at man áðrenn hevði loyst tílíkar ósemjur, men í 1914 bleiv heimurin kastaður út í tað kríggið, ið higartil hevur verið verst.