Roard
Gramatikk-retting
rættaHei! Ville bare si tusen takk for at du retter gramatikken i flere av artikkelene jeg har skrevet:) Det setter jeg stor pris på! Niceley 16. januar 2011 kl. 03:34 (UTC)
Takk fyri
rættaHey! Kann eg spyrja teg um førøyskt mál? Kann ein skriva takk fyri uttan nakað meir? Sum til dømis eg skrivaði tað her? Eg vóni tú skilur hvat eg skrivi. ;-) --Harald Khan Ճ 16. jan 2011 kl. 22:10 (UTC)
- Halló! Á talumáli verður ofta sagt takk fyri uttan nakað meir. Men eg meini, at tað bert ber til at siga takk fyri, um ein skal takka fyri okkurt. T.d. takk fyri mjólkina ella okkurt tann vegin. Men tað ber til at siga stóra takk ella bara takk uttan nakað annað. Heilsan ROARD 17. jan 2011 kl. 00:34 (UTC)
- Eg takki fyri svarið. --Harald Khan Ճ 17. jan 2011 kl. 10:53 (UTC)
Ein stórur heiður at hava teg her
rættaEg skal, vegna øll hini á wikipedia, siga túsund takk fyri títt íkast til tí føroysku wikipedia. Vónandi fert tú at stremba líka nógv frammyvir at skriva og rætta greinar. :*
Myndin av Rúna Seloy manglar upplýsingar um lisens og um hvør ið hevur tikið hana
rættaHey. Fyri einum ári síðan legði tú eina mynd her av Rúna Seloy (myndin nevnist "Rúni fremst"). Men har mangla upplýsingar um hvør ið hevur tikið myndina, hevur tú sjálvur tikið hana? Um so er, kanst tú so skriva tað og eisini skriva hvønn lisens ið tú velur. Myndir skulu hava fríðan lisens fyri at kunna leggjast út her, best er tó um tær vera lagdar á síðuna Commons.wikimedia.org tí hagani kunnu myndirnar nýtast á øðrum málum eisini, t.d. á donsku Wikipediu, har ið ein grein er um Rúna Seloy. Um vit onki frætta frá tær innan eina viku ella so, so verður myndin slettað. Vh. EileenSanda (talk) 15. jan 2015 kl. 00:17 (UTC)
- Gott er, tær nýtist ikki at svara. Brúkari:MGA73 hevur funnið fram til, at tú hevur tikið myndina av netinum, t.d. av síðuni jn.fo ella atletik.fo. So má myndin ikki liggja her, hon verður slettað. MGA73 skrivaði sum orsøk til at myndin skal slettast: "Seems to be taken from http://jn.fo/news-runi+seloy+rann+seg+i+finaluna.htm ( http://533fe1f56f4cfaac108b-b217e0849b9f4bc2921b85751b536e22.r62.cf1.rackcdn.com/resized/272_r_960_620.jpg ) from july 2013. File was uploaded to wikipedia in 2014." EileenSanda (talk) 18. jan 2015 kl. 17:49 (UTC)
- Eg vil líka kunna teg um, at tvær aðrar myndir, ið tú hevur lagt út her av Rúna Seloy, og sum tú vónandi hevur tikið sjálvur, nú eru lagdar á Commons í bólkin við sama navni. Tær blivu síðan slettaðar her, tí tað er ikki neyðugt, at tær bæði liggja har og her. EileenSanda (talk) 18. jan 2015 kl. 23:23 (UTC)
Malan Eyðunsdóttir - hevur tú tikið hesa myndina?
rættaHey Roard. Hevur tú tikið hesa myndina sjálvur? Hon er nú løgd á Commons undir tínum brúkaranavni, tvs. at ein og hvør kann nýta myndina til eitt og hvørt endamál. Eg haldi bara, at myndin líkist einari slíkari mynd, sum t.d. verða tiknar av skúlaflokkum, og hon er jú lærari. Um tú veruliga hevur tikið myndina, so er ongin trupulleiki, eg haldi bara ikki at Malan sjálv er serliga glað fyri hasa myndina, hon (ella onkur við brúkaranavninum Malaneydunsdóttir) hevur lagt eina aðra mynd av henni út her, men trupulleikin er bara, at tað er ein annar myndamaður ið hevur tikið myndina, og har er ongin upplýsing um, hvørt henn hevur givið sítt loyvi til at frígeva myndina til almenna ogn (Public Domain). Men tann myndin hevur so onki við teg at gera. Eg vildi bara kunna teg um, at myndin av Maluni, sum tú hevur lagt út her sum tína egnu, nú liggur á Commons (tað eri ikki eg ið havi lagt hana har, men ein dansku brúkari, ið ruddar upp her í myndum, tí her er faktisk ikki nógv skil á hvat viðvíkur at virða copyright). EileenSanda (talk) 18. jan 2015 kl. 23:21 (UTC)