Føroyar Vælkomin á føroysku Wikipediu!

Hey Bjarnikp, og vælkomin til føroysku Wikipediu! Takk fyri tíni ískoyti. Eg vóni, at tær dámar Wikipediu og ger av at verða verandi. Her eru nakrar góðar slóðir til nýggjar brúkarar:


--EileenSanda (kjak) 23. jan 2016 kl. 03:33 (UTC)Reply

Don't speak Faroese? Post {{Brúkari fo-0}} on your user page or put it into your babel box.

Myndir rætta

Hey. Eg síggi, at tú hevur lagt tvær myndir av tær sjálvum (gangi eg út frá) á Commons.wikimedia. Tú sigur har, at tað er "Egið verk". Hvussu kann tað vera egið verk, tá tað stendur Copyright JP.FO? Arbeiðir tú fyri jp.fo? Og hvussu hevur tú borið teg at við at taka mynd av tær sjálvum, meðan tú heldur røðu? Eg havi ikki gjørt nakað við tað, men tú kanst vera vísur í, at tað heilt skjótt kemur onkur og slettar myndirnar. Hin sær út sum um hon er tikin av sjónvarpsskerminum, og tað hava vit heldur ikki loyvi til. Hví heldur tú, at tað eru so fáar myndir (lutfalsliga fáar) av føroyskum politikarum á Wikipediu, og at nærum allar eru tiknar av mær? Fotografar tíma ikki at leggja sínar myndir á Wikipedia undir Common Use lisensi, ella hvussu tað nú er tað eitur, altso tvs. at myndir ið verða lagdar á Wikipedia mugu ikki vera undir copyright. Myndamaðurin ella kvinnan mugu hava frásagt sær rættindini til myndirnar, um ikki so kunnu tær ikki liggja har. Spell, men soleiðis er tað nú einafsrð. Myndina av Honnu Jensen havi eg tiki á einum veljarafundi í Trongisvági, har eg sjálv var til staðar og tók fleiri myndir og síðan legði nakrar av teimum á Commons.wikimedia.org og frásegði mær rættin til tær. Tú kanst ikki frásiga tær rættin til myndir, ið tú ikki hevur tikið sjálvur. Annars vil eg ynskja tær tillukku við valinum og siga takk fyri tíni ískoyti annars, greinin er væl skrivað. Vh. --EileenSanda (kjak) 26. jan 2016 kl. 20:16 (UTC)Reply

Vit hava forrestin verið grannar fyrr, haldi eg :) Ert tú ikki beiggi Maritu? Vit búðu beint yvirav har í Havn og dóttir mín gekk í flokki við systir tíni. Vh --EileenSanda (kjak) 26. jan 2016 kl. 20:17 (UTC)Reply