Hey. Hví skrivar tú eina grein um Yohan Borðoy, fótbóltsleikara, sum sær út til at vera í lagi, og so setur tú hansara navn undir Andlát undir 6. juli, var tað av misgáum, meinti tú við føðingar, ella heldur tað er stuttligt? Og so hevur tú skrivað eina gein um ein tónleikara sum er føddur í 2000 og kallar hann býttan og annð sum ikki hóskar til eina alfrøði grein, tí slettadi eg hana. Tað sær annars út til at tú dugir vælat seta eina grein upp, wikikotur, bólkar vm. Men kanst ikki lata vera við at skriva negativ ting um fólk? Og skriva seriøsar greinar í staðin? Vinarliga EileenSanda (talk) 30. aug 2014 kl. 09:23 (UTC)

Hvør er Áron Jacobsen, fótbóltsleikari?Edit

Hey. Eg síggi, at tú hevur upprættað eina síðu sum eitur Áron Jacobsen (fótbóltsleikari), men hvør er hann? Eg finni tveir við hasum navninum á Faroesoccer.com, men hvørgin av teimum er føddur í 1983 og teir hava heldur ikki spælt við hasum feløgunum sum tú skrivar at hesin hevur. Er tað so bara nakað tú finnur uppá? Vinarliga lat vera við at upprætta síður á føroysku Wikipediu um fiktivar persónar, eg kann ikki tulka hetta annarleiðis, ella hevur tú nakra aðra forkláring? Eitt afturat, tað er ongin orsøk til at hava orðið fótbóltsleikari aftaná navnið Áron Jacobsen, eftirsum ongin grein er frammanundan um ein við hasum navninum, tað er bert um tað eru tveir ella fleiri ið eita tað sama, at man er noyddur til at hava t.d. heitið aftaná navnið. Herfyri upprættaði tú eisini fleiri greinar um ymiskir tónleikarar, og nakrir dagar seinni slettaði tú alt innihaldið á síðunum, og so slettaði eg tær. Hvat var meiningin við at upprætta tær síðurnar fyri seinni at sletta alt aftur? Burtursæð frá tí hevur tú annars gjørt okkurt gott arbeiði her eisini viðvíkjandi útlendskum fótbóltsleikarum, halt endiliga fram við tí. Vh. EileenSanda (talk) 14. sep 2014 kl. 23:19 (UTC)

Tú ert sperraður fyribils í ein mánaðEdit

Hey. Eg havi fingið at vita, at tú hevur gjørt býttar rættingar, herverk, á donsku og ensku Wikipediu, og at tú ert sperraður har. Tað er spell, at tú velur at gera herverk á Wikipediu, tí eg havi sæð, at tú eisini hevur stovnað greinar um verulig fólk og ikki bara tvætl. Men vit kunnu ikki hava slíkan atburð sum at onkur stovnar síður um fiktivar persónar, tað er ikki meiningin við einari alfrøði. Vónandi fær tú hug til at gera veruligar rættingar aftur onkuntíð seinni og letur vera við at fremja herverk, tí tað tænir ongum. Eg havi valt at gera eins og tey hava gjørt á ensku og donsku Wikipediu, at sperra teg eitt tíðarskeið. Vinarliga EileenSanda (talk) 16. sep 2014 kl. 21:22 (UTC)