Asiatiska felagið rætta

Á Wikipediu er ikki loyvi til at avrita tekst beinleiðis av heimasíðum, frá bókum osfr. ið eru undir copyright. Tú hevur upprættað greinina Asiatiska felagið (tú nevndi hana tó Asiátiska felagið, men eg flutti hana, tí tað eitur ikki asiátiska). Tá ið tú álíkavæl avritar beinleiðis av einari heimasíðu, er tað so tí, at ongin eigur upphavsrættin (copyright) til tekstin? Hvar stendur tað, at ongin eigur copyright til tekstin? Um tú hyggur niðast á síðuna, so stendur tað © Nám 2011 [1] - Og í minsta lagi, so eiga vit altíð at vísa til kelduna, tá ið vit skriva eina grein her, og serliga tá ið bert ein kelda er nýtt, eins og talan er um her. Vh. --EileenSanda (kjak) 6. feb 2016 kl. 07:51 (UTC)Reply


Hetta er ein kjaksíða hjá einum dulnevndum brúkara, sum ikki hevur stovnað eina kontu enn, ella ikki brúkar hana. Tí noyðast vit at brúka nummerisku IP-adressuna hjá honum ella henni. Ein slík IP-adressa kann verða brúkt av fleiri brúkarum. Ert tú ein dulnevndur brúkari, og kennir, at óviðkomandi viðmerkingar eru vendar til tín, so vinarliga stovna eina kontu fyri at sleppa undan samanblanding við aðrar dulnevndar brúkarar í framtíðini.