Føroyar Vælkomin á føroysku Wikipediu!

Hey 217.172.89.181, og vælkomin til føroysku Wikipediu! Takk fyri tíni ískoyti. Eg vóni, at tær dámar Wikipediu og ger av at verða verandi. Her eru nakrar góðar slóðir til nýggjar brúkarar:


{{{1}}}

Don't speak Faroese? Post {{Brúkari fo-0}} on your user page or put it into your babel box.

Hey, eg síggi at tú hevur rættað í greini um Rasismuparagraffin. Eg veit ikki, hvar ið man kann finna tey røttu tølini fyri atkvøðubýtið? Heimasíður broytast alla tíðina, og tilfar ið liggur á teimum verður ikki flutt við. Ein brúkari sum kallar seg Quackor hevur skrivað hasi tølini, eg veit ikki hvar ið hann hevur tey frá, men talan er kanska um ein skrivifeil, men tað er óheppið, tá okkurt stendur á Wikipedia, sum ikki er rætt. Tú ert vælkomin til at rætta tað sjálvur, um tú kennir tølini. Ella kann talvan takast burtur, um tey røttu tølini ikki kunnu finnast. Men eg haldi at tú hevur rætt í, at tað vóru 17 atkvøður fyri og 15 ímóti, tað stendur á tí donsku Wikipedia og á heimasíðuni hjá LGBT, tá tey heiðraðu Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, sála, har stendur eisini 17 fyri og 15 ímóti. Men annars, er tað best at kjakast um innihaldið á einari Wikipedia síðu á kjaksíðuni hjá síðuni. Kjaksíðan á júst hasi síðuni er ikki upprættað, men tað ger man við at trýsta á tað reyðu leinkjuna ovast til høgru har tað stendur "Kjak", so skrivar man tað man hevur at siga inni í teiginum og so trýstir man á "Goym". Men altso, øll kunnu skriva og rætta á Wikipedia, eisini tú, so tú ert vælkomin at rætta beinleiðis í greinini, um tú hevur onkra vitan um evnið :) Vinarliga EileenSanda (talk) 30. apr 2013 kl. 17:04 (UTC)Reply


Hetta er ein kjaksíða hjá einum dulnevndum brúkara, sum ikki hevur stovnað eina kontu enn, ella ikki brúkar hana. Tí noyðast vit at brúka nummerisku IP-adressuna hjá honum ella henni. Ein slík IP-adressa kann verða brúkt av fleiri brúkarum. Ert tú ein dulnevndur brúkari, og kennir, at óviðkomandi viðmerkingar eru vendar til tín, so vinarliga stovna eina kontu fyri at sleppa undan samanblanding við aðrar dulnevndar brúkarar í framtíðini.