Brúgvin um Streymin

Brúgvin um Streymin er einasta brúgv millum oyggjar í Føroyum. Brúgvin um Streymin er tvørtur um Sundalagið millum Eysturoynna og Streymoynna, har tað er smalast - millum bygdirnar Oyrarbakka og Norðskála á Eysturoynni. Brúgvin, sum er 220 metrar long, varð tikin í nýtslu í 30. oktober 1973[1][2][3]. Tað var byggifelagið E. Pihl & Søn, ið stóð fyri arbeiðinum. Hæddin undir brúnni er 18 metrar í siglingarrennuni (sbr. Kort 84: Færøerne, Havne og ankerpladser, Kort- og Matrikelstyrelsen 2002). Saman við Norðskálatunlinum, sum varð tikin í brúk 3 ár seinni, er hon partur av meginferðsluæðrini í Føroyum.

Brúgvin um Streymin.

Brúgvin um Streymin fyllir 40 ár[4]

Sama dag, sum kenda brúgvin um Bosporussundið í Turkalandi, ið knýtir Evropa og Asia saman, var liðug, læt Brúgvin um Streymin upp fyri almennari ferðslu.

Týsdagin 30. oktober 1973 var hátíðardagur bæði í Sundalagnum og í Istanbul, tí tá vórðu ávikvist Brúgvin um Streym og brúgvin um Bosporus-sundið tiknar alment í nýtslu. Hóast stórur munur í stødd, so mundi týdningurin av nýggja sambandinum í Sundalagnum vera líka stórur fyri okkum føroyingar, sum fasta sambandið um Bosporus-sundið var fyri turkar.

Brúgvin um Streymin var samstundis fyrsta brúgvin fyri bilferðslu um Atlantshavið. Kostnaðurin fyri tátíðar størstu føroysku verkætlan nakrantíð var umleið 14 mió. krónur.

Arbeiðið at gera undirstøðið byrjaði í mars 1971, og hálvttriðja ár seinni stóð brúgvin liðug. Brúgvin er 220 metrar long, 9,5 metrar breið (er síðani breiðkað við eini gongubrúgv) og 17 metrar høg. Frammanundan var ein byrging gjørd um sundið í 1970.

Í 1950 var ferðatíðin av Eiði til Havnar fýra tímar, men síðani brúgvin kom – og seinni eisini Kollfjarðartunnilin – er ferðatíðin undir ein tíma. Menningin av hesi farleið legði sostatt lunnar undir ein nýggjan hátt at búleikast í Føroyum, tí tað ikki í sama mun longur var neyðugt at búgva, har arbeiðsplássið var.

Trý ár eftir, at Brúgvin um Streymin var liðug, kom Norðskálatunnilin, og enn fleiri føroyingar fingu tá fulla gleði av brúnni. Sundalagið gjørdist tá høvuðsferðsluæðrin í Føroyum, tí nærum alt samband millum norður, suður, eystur og vestur – nú dagliga umleið 4.500 bilar – fara um hesa farleið. Brúgvin um Streymin hevur tí havt avgerðandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum.

Fyri fáum árum síðani varð brúgvin dagførd og er nú sum nýggj. Í sambandi við høvuðsumvælingina, sum var liðug í 2011, varð nýggj gongubrúgv, sum er fest í norðaru brúgvasíðu, tikin í nýtslu. Hetta hevur gjørt tað trygt hjá fólki at ganga og renna tvørturum, tí tey nú ikki koma í samband við koyrandi ferðsluna.

Fleiri hundrað skúlabørn, lærarar, barnagarðsbørn og pedagogar úr teimum ymsu skúlunum og dagstovnunum í Sunda Kommunu vóru komin til hátíðarhaldið, sum varð hildið 10. mars 2011, har tey gingu eftir gongubrúnni veittrandi við føroyskum fløggum.

Umvælingin av Brúnni um Streym kostaði umleið tað sama, sum tað kostaði at byggja hana í síni tíð. Roknað til nútíðarprís hevði brúgvin kostað umleið 75 mió. krónur.

Til samanberingar kostaði brúgvin um Bosporus 200 mió. amerikanskar dollarar. Dagsins prísur hevði verið 1,05 mia. dollarar, sum svara til stívar 5,7 mia. krónur.

Lesið søguna um Brúnna um Streymin í 60 ára jubileumsbókini um Landsverk frá 2008 undir heitinum "Mynstur broytast" frá síðu 254-261. Ritið finst sum pdf á síðuni hjá Landsverk.

Kelda: Landsverk

Keldur

rætta
  1. 30. oktober 1973: Kringvarp Føroya sendir frá hátíðarhaldinum: 'Brúgvin um Streymin letur upp fyri almennari ferðslu.' Hoyr brot úr hátíðarhaldinum her. https://soundcloud.com/user-542034039/brugvin-um-streymin-letur-upp-fyri-almennari-ferslu
  2. 3. juni 2008: Landsverk gevur út bókini 'Mynstur broytast - Landsverk bygt land í 60 ár', har m.a. skrivað verður um Brúnna um Streymin. https://www.landsverk.fo/?id=1549 (Leita evt. eftir 'Mynstur broytast' her: https://www.landsverk.fo/)
  3. www.landsverk.fo: "Brýr og byrgingar í Føroyum"
  4. 30. oktober 2013: Brúgvin um Streymin fyllir 40 ár. Tíðindastubbi frá Landsverk, 1. november 2013: https://www.landsverk.fo/fo-fo/brugvin-um-streymin-fyllir-40-ar

Slóðir

rætta