Bládúgva
Bládúgvan (frøðiheiti - Columba livia) og tama dúgvan eru sama slagið. Vanliga bládúgvan er ljósablágrá á bakinum og um veingirnar, dimmari um høvdið, bringuna og hálsin. Mánadúgva er størri enn bládúgva, holudúgva minni. Tann eyðkenda bládúgvan er hvít niður á drunnin og upp undir veingirnar. Tað sæst væl, tá ið hon t.d. flýgur. Torført kann vera at greina bládúgvu, tí tann tama dúgvan kann vera ógvuliga ymislitt. Bládúgvan kurrar eisini sum tama dúgvan. Torført er nú á døgum at greiða náttúrufrøðiliga, hvussu víða hetta dúgvuslagið er farið. Í Norðuratlantshavi, úr Vesturbretlandi um skotsku oyggjarnar til Føroya er eitt av teimum fáu økjunum, har tamar dúgvur eri ikki blandaðar við bládúgvur.
Bládúgva | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Bládúgvan eigur við sjógvin, helst á rókum, í urðum og í holum. Føðina vinnur hon sær við mannabústaðir, tekur helst korn og fræ. Bládúgvan er støðufuglur, men fer tó oyggjaflokkanna millum um várið og eisini um heystið, sum menn vita um til dømis í Fair Isle. Enskar brævdúgvur eru fleiri ferðir sæddar so norðarlaga sum í Føroyum.