Bjarni Nielsen úr Havn er ein føroyskur ítróttamaður, sum íðkar styrkisvenjing. Hin 21. juni 2014 vann hann kappingina Føroya sterkasti maður 2014 við 22,5 stigum. Í 2013 gjørdist hann nummar tvey í hesi kapping, næst eftir Boga Hammer.[1] Nummar tvey í 2014 gjørdist Jákup Suni Berg við 20 stigum og nummar trý Bogi Hammer við 14,5 stigum, meðan Helgi Lamhauge úr Runavík endaði á fjórða plássi við 10 stigum.[2]

Føroya sterkasti maður

rætta

Sterkastur í Føroyum 2014

rætta
  1. Bjarni Nielsen - 22,5 stig
  2. Jákup Suni Berg - 20 stig
  3. Bogi Hammer - 14,5 stig
  4. Helgi Lamhauge - 10 stig

Sterkastur í Føroyum 2013

rætta
  1. Bogi Hammer[3]
  2. Bjarni Nielsen
  3. Helgi Lamhauge
  4. Jákup Petur Djurhuus

Sterkastur í Føroyum 2012

rætta

Í 2012 vóru hesar seks kappingarnar og vinnararnir av teimum: Jákup Súni Berg koppaði 400 kg tungum dekki 6 ferðir við tíðini 31,28 sek. Gunnar Grækarisson vann næstu kappingina, tá 110 kg skuldu lyftast upp í loft oftast, hann lyfti 16 ferðir. Lastbilur í 5. giri skuldi sleipast eftir gólvinum, bert fá sekund millum teir fremstu, Jákup Suni vann hesa kappingina. Bogi Hammer vann næstu kapping, sum var strok, har byrjað varð við 195 kg, vektin øktist við 15 kg hvørja ferð, Bogi lyfti 5 ferðir. Bogi vann eisini seinastu kappingina, sum ver dead lift við tungum dekkum. Bogi lyfti 315 kg.[4]

  1. Jákup Súni Berg
  2. Bogi Hammer
  3. Gunnar Grækarisson

Keldur

rætta
  1. Sportal.fo[deyð leinkja] Bogi er Føroya sterkasti
  2. "in.fo, Bjarni er sterkasti maður í Føroyum". http://www.in.fo/news-detail/news/bjarni-er-sterkasti-madur-i-foeroyum/. Heintað 2014-06-22. 
  3. Sportal.fo[deyð leinkja] Bogi er Føroya sterkasti
  4. Kringvarp.fo sendingin 3-2