Føroya sterkasti maður

Føroya sterkasti maður er ein ítróttarkapping, sum verður fyriskipa í Ítróttarhøllini á Hálsi einaferð um árið, síðan 2009. Teir luttakandi skulu kappast í ymiskum 6 ymiskum greinum innan "Strong man" kappingar, hesar kunnu variera ár til ár, í 2011 var talan um hesar kappingar: bonkpress, greb, bera lodd, lyfta stammum, ganga við loddi og dead lift. Teir fremstu fáa flest stig, og at tá seinasta kappingin er farin afturum verður vinnarin funnin, vinnarin er tann ið hevur fingið flest stig.

Kappingar

rætta

Føroya sterkasti maður 2013

rætta
  1. Bogi Hammer[1]
  2. Bjarni Nielsen
  3. Helgi Lamhauge
  4. Jákup Petur Djurhuus

Føroya sterkasti maður 2012

rætta

Seks kappingar: Jákup Súni Berg, koppaði 400 kg tungum dekki 6 ferðir við tíðini 31,28 sek. Gunnar Grækarisson vann næstu kappingina, tá 110 kg skuldu lyftast upp í loft oftast, hann lyfti 16 ferðir. Lastbilur í 5. girði skuldi sleipast eftir gólvinum, bert fá sekund millum teir fremstu, Jákup Suni vann hesa kappingina. Bogi Hammer vann næstu kapping, sum var strok, har byrjað var við 195 kg, vekstin øktist við 15 kg hvørja ferð, Bogi lyfti 5 ferðir. Bogi vann eisini seinastu kappingina sum ver dead lift við tungum dekkum. Bogi lyfti 315 kg.[2]

  1. Jákup Súni Berg
  2. Bogi Hammer
  3. Gunnar Grækarisson

Føroya sterkasti maður 2011

rætta

Jákup Súni Berg megnaði 205 kg í bonkpress, helt tveimum bobbens á 140 kg hvør í 44 sekund, bar 200 kg lodd nakrar metrar og upp gjøgnum trappur, lyfti 100 kg tunga stammu 7 ferðir upp um høvd. Heini Hátún vann næstseinastu kappingina, síðsta kappingin var dead lift, har Jákup Súni og Heini Hátún báðir lyftu 300 kg upp frá gólvinum (stór dekk).[3] Samlað gjørdist støðan henda:

  1. Jákup Súni Berg
  2. Jónfinn Hentze
  3. Heini Hátún

Føroya sterkasti maður 2010

rætta
  1. Gunnar Grækarisson[4]

Skráin 2010

rætta
  1. Lyfta max í stammuni.
  2. Greb (halda einum bili í hvørjari hánd)
  3. Koppa dekk 6 ferðir uppá tíð
    1. Steðgur har Uni Debess spælir
  4. Hála ein bil
  5. Sleipa bil
  6. Deadlift (Lyfta ein bát so ofta ein klárar uppá tíð)[5]

Føroya sterkasti maður 2009

rætta

Vinnari gjørdist Heri Vestergaard úr Sumba.

  1. Heri Vestergaard
  2. Sámal Johannes Hansen
  3. ?
  4. Gunnar Grækarisson

Keldur

rætta
  1. Sportal.fo[deyð leinkja] Bogi er Føroya sterkasti
  2. Kringvarp.fo sendingin 3-2
  3. Kringvarp.fo, 3-2 Jákup Súni sterkasti maður í Føroyum
  4. Strok.fo[deyð leinkja]
  5. Facebook.com

Slóðir úteftir

rætta