Björk Guðmundsdóttir

íslendsk songkvinna, sangskrivari og sjónleikarinna

Björk Guðmundsdóttir, betri kend sum Björk (fødd 21. november 1965 í Reykjavík) er ein íslendsk songkvinna, sangskrivari og sjónleikarinna. Hon hevur vunnið nógvar heiðurslønir úr fleiri londum og hon hevur fleiri ferðir verið á ovastu rók á hittlistum kring heimin. Tríggjar av stakløgum hennara komu á Top 10 í Stórabretlandi ("It's Oh So Quiet" náddi eitt fjórðapláss, "Army of Me" nummar 10, og "Hyperballad" nummar 8). Plátufelag hennara, One Little Indian, boðaði frá í 2003, at hon hevði selt meira enn 15 milliónir kring allan heimin.

Björk Guðmundsdóttir

Hon hevur vunnið fýra BRIT Awards, fýra MTV Video Music Awards, eina MOJO virðisløn, tríggjar UK Music Video Awards, og, í 2010, vann hon Polar Music Prize frá the Royal Swedish Academy of Music sum viðurkenning av hennara "deeply personal music and lyrics, her precise arrangements and her unique voice." Í 1997 vann hon Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins.

Björk hevur eisini verið tilnevnd 14 Grammy Awards (umframt tvær fyri art direction av hennara album sleeves, sum onnur hava gjørt), eina Oscar-virðisløn, og tvær Golden Globe Awards. Hon vann Best Actress Award á Cannes Film Festival í 2000 fyri høvuðsleiklut hennara í filminum Dancer in the Dark eftir Lars von Trier. Hon var plaserað sum nummar 29 í listanum hjá VH1 "The 100 Greatest Women in Music", nummar átta í listanum hjá MTV "22 Greatest Voices in Music", og nummar 16 í listanum hjá Rolling Stone's "100 Greatest Singers of All Time".

Tónleikaútgávur í úrvali

rætta

Filmar

rætta
Ár Heitið Leiklutur Viðmerkingar
1990 The Juniper Tree Margit
2000 Dancer in the Dark Selma Ježková Eisini tónaskald av Soundtrack'inum Selmasongs

Heiðurslønir sum leikari: Bodil virðisløn fyri Bestu sjónleikarinnu
Cannes Film Festival Virðisløn fyri Bestu sjónleikarinnu (Prix d'interprétation féminine)
Edda virðisløn fyri Bestu sjónleikarinnu í høvuðsleikluti
European Film Award fyri Bestu sjónleikarinnu
European Film Awards - Jameson People's Choice Award fyri Bestu evropisku sjónleikarinnu
National Board of Review Award fyri Outstanding Dramatic Music Performance
Online Film Critics Society Award fyri Bestu gjøgnumbrotsframførslu
Robert Award fyri Bestu sjónleikarinnu
Russian Guild of Film Critics Award fyri Bestu útlendsku sjónleikarinnu
Tilnevnd – Chicago Film Critics Association Award fyri Bestu sjónleikarinnu
Tilnevnd – Chicago Film Critics Association Award fyri Best Promising Actress
Tilnevnd – Chlotrudis Award fyri Bestu sjónleikarinnu
Tilnevnd – Golden Globe Award fyri Bestu sjónleikarinnu – Motion Picture Drama
Tilnevnd – Online Film Critics Society Award fyri Bestu sjónleikarinnu
Tilnevnd – Satellite Award fyri Bestu sjónleikarinnu – Motion Picture Drama
Tilnevnd – Sierra Award fyri Bestu sjónleikarinnu
Tilnevnd – [[Las Vegas Film Critics Society
Sierra Award]] fyri Besta kvinnuliga úrmælingin
Tónaskald Heiðurslønir: Robert Award fyri Ársins tónleik
Satellite Award fyri Besta upprunasang
Tilnevnd – Academy Award fyri Besta upprunasang
Tilnevnd – Chicago Film Critics Association Award fyri Best Original Score
Tilnevnd – Golden Globe virðisløn fyri Besta upprunasang
Tilnevnd – Online Film Critics Society Award for Best Original Score
Tilnevnd – Phoenix Film Critics Society Award fyri Besta upprunasang

2005 Drawing Restraint 9 Occidental Guest Eisini komponerað soundtrack'ið Drawing Restraint 9
2007 Anna and the Moods Anna Young
(rødd)

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið