Bertákna
Bertákna (frøðiheiti - Polycera faeroensis) er nakin bertákna í bólkinum Nudibranchia.
Bertákna | ||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
.]] Frímerki hjá Astrid Andreasen, 2002]].
| ||||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||||
| ||||||||||||||||||
Polycera faeroensis Lemche, 1929 |
Í hesum bólki eru djór, sum eru millum tey litríkastu, ið finnast í havinum. Í Dýpinum (sum útróðrarmenn siga – millum Stong og Eystnes) sóu teir í juni 1899 fyri fyrstu ferð hetta djórið (latín; Polycera faeroensis). Danin Henning Lemche, serkønur í bertáknum, hevði í 1929 grein um slagið í "The Zoology of the Faroes". Hóast eintakið var í heldur vánaligum standi, sýndu stødd og snið á rivtunguni, at hetta var áður ókent slag. Nú er greitt, at slagið er størri enn tey, ið næst eru skyld. Tey eru um 20-25 mm til longdar. Hetta slagið er upp í 45 mm. Annar munur er, at hetta slagið hevur vanliga átta kampar á høvdinum móti fýra til seks hjá Polycera quadrilineata, ið stendur næst í skyldskapi.