Bólkakjak:Síður við brotnum fílu slóðum

Latest comment: 9 ár síðan by EileenSanda

"fíluslóðum" er eitt samansett orð; eg veit ikki, hvussu tað skal rættast. Benadikt (kjak) 21. jun 2015 kl. 13:50 (UTC)Reply

Eg veit heldur ikki, eg giti at tað skal gerast antin inni í onkrari fyrimynd ella á Translatewiki, men har er bara so nógv, at man finnur tað ikki, um ein fór at leita. --EileenSanda (kjak) 21. jun 2015 kl. 21:05 (UTC)Reply
Hvør umsetur ella ger tílíkar síður? Har eru rættiliga nógvar, har samansett orð eru skeivt stavað sum tvey orð. Tað hóskar illa til eina Wikipediu við so nógvum stavivillum. Benadikt (kjak) 21. jun 2015 kl. 22:02 (UTC)Reply
Tja, eg veit ikki rættiliga, nakrir bólkar eru upprættaðir av útlendingum, eg havi upprættað rættiliga nógvir. Um hesin bólkur stavar frá Translatewiki, so er tað ein nokk so stórur møgulleiki fyri at tað eri eg sum havi týtt tað, men ikki sikkurt. Ein og hvør ið upprættar ein profil har og verður góðtikin, sleppur at rætta har. Men viðvíkjandi júst hesum bólkinum, so er hann jú ikki upprættaður enn, bara kjaksíðan er upprættað. Tá ið mann ger týðingar til føroyskt á Translatewiki, so verður ein setningur ofta pettaður sundur, og tí kunnu hjálpisíður, bólkar o.a. verða skeivar antin viðvíkjandi bending ella orð ið eiga at vera samansett, ikki verða tað. --EileenSanda (kjak) 21. jun 2015 kl. 23:44 (UTC)Reply
Annars kann eg leggja afturat, at júst hesin bólkurin er til viðlíkahaldsnýtslu, og tá hann verður upprættaðr, so kunnu vit gott velja, at hann skal verða fjaldur. --EileenSanda (kjak) 21. jun 2015 kl. 23:52 (UTC)Reply
Return to "Síður við brotnum fílu slóðum" page.