Atopiskt eksem (eisini nevnt barnaeksem, atopisk dermatitis og prurigo besnier) er ein ikki smittandi sjúka, sum hevur við sær sviða, turra húð og útslett (eksem), sum kann koma og fara. Tá tað eru smábørn ið fáa eksem, verður tað nevnt barnaeksem, men vaksin kunnu eisini fáa atopiskt eksem.

Atopiskt eksem.

Børn við barnaeksem mangla tey natúrligu fitievnini í húðini, sum knýta húðkyknurnar saman. Av hesari orsøk dampar fukturin lættliga frá húðini, sum tí verður turr og rúðrut.

Orsøkir til atopiskt eksem rætta

Orsøkin til atopiskt eksem er ókend, men man hevur illgruna um ymiskar faktorar ið kunnu spæla ein týðandi leiklut. Bæði arvur og umhvørvi eru møguligir faktorar, ið kunnu vera orsøk til at summi børn og vaksin fáa barnaeksem/atopiskt dermatitis. Flestu børn við barnaeksem hava foreldur ella systkin við hoyfepur, astma ella barnaeksem. Tó hava kanningar víst, at børn ið eru vaksin upp í heimi sum hevur havt hund, hava minni vanda fyri at fáa atopiskt eksem.

Arvur rætta

Um ein av foreldrunum hevur ella hevur havt astma, hoyfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 26 %.

Um bæði foreldrini hava ella hava havt astma, hoyfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 40 %.

Umhvørvi rætta

Uml. 20 % av børnum, fødd í Danmark, fáa barnaeksem. Í 1960 var talið 3 %. So statt er mongdin av tilburðum í stórum vøkstri. Av tí at tær arvaligu orsøkirnar ikki eru munandi broyttar síðstu árini, halda granskarir, at umhvørvið má vera ein týðandi orsøk til mongu tilburðarnar. Enn vita granskarar tó ikki hvat tað er, sum er orsøk til barnaeksem, men síggja at vøksturin av tilburðum er størstur í londum við vesturlendskum lívstíli.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið