Aril Edvardsen
Aril Edvardsen (15. november 1938 – 6. september 2008) var ein av kendastu evangelistunum í Norðurlondum, stovnarin av Troens Bevis og leiðari hjá samkomuni í Kvinesdal. Aril Snorre Edvardsen varð føddur 15. novembur 1938 í Kvinesdal í Norra. Seytjan ára gamal giftist hann við Kari, sum var floksfelagi hansara í barnaskúlanum. Tá Kari lá á sjúkrahúsi og átti elstu dóttir teirra, fór Aril á møti saman við einum vini sínum. Á hesum møti møtti hann Jesusi. Serliga er hann kendur gjøgnum felagsskapin Troens Bevis Verdens Evangelisering, sum hann setti á stovn í 1965.
Aril Edvardsen er sera kendur í Føroyum, men eisini um at kalla allan heim. Hann var sera virkin sum evangelistur serliga rættað móti londum í triðja heiminum. Hann hevur arbeitt í Afrika og India í yvir 50 ár og er helst kendasti predikantur í Noregi. Hann stovnaði Troens Bevis Verdens Evangelisering í 1965, sum millum annað sendir kristið útvarp í fleiri enn 200 londum. Í Noregi hevur hann verið mest sentrali persónurin í pinsameinigheitini, og alment ein sera nógv umrøddur persónur, serliga orsakað av síni konservativu bíbliufatan. Aril Edvardsen var staddur í Mombasa í Kenja, nú hann doyði. Aril hevur havt fleiri blóðtøppar í hjartanum. Hann varð 69 ára gamal.